Heini O. Heinesen hevur spurt samferðslumálaráðharran um ferðagjald fyri lesandi, og vil hava at vita, hvussu nógv skulu hesi gjalda, 50% - 75% ella nakað annað, og hvat takstirnir verða í hesum skúlaárinum, sum nú er byrjað?
Í viðmerkingunum, sigur Heini O. Heinesen, at tá spurt verður soleiðis, er tað tí, at ivi hevur tikið seg upp um henda spurning.
? Tey, sum skuldu gjalda 50% eftir tí, sum strandferðslan hevur boðað frá, gjalda í dag ein hægri takst. Mær er fortalt, at til dømis við »Dúgvuni« er ferðaselaprísurin kr. 30, har hava hesi goldið kr. 25, og við bussinum til Havnar er ferðaselaprísurin kr 80, og har hava hesi goldið kr 65, sigur Heini O. Heinesen.
(»Hesi« og »tey«, sum tingmaðurin sipar til í fyrispurninginum, er sjálvsagt tey lesandi, blaðm.)
Á løgtingsfundi týsdagin varð samtykt uttan atkvøðugreisðlu, at fyrispuringurin skal svarast.