Eftir at tíðindi komu um, at fastbúgvandi fólk á útoyggj kundu ferðast ókeypis við ferjuni, hava bæði suðuroyingar og nólsoyingar ilskast inn á, at tey framvegis verða rakt av ferðafólkagjøldum.
Lesið eisini: Nú sleppa tey at sigla ókeypis við Strandferðsluni
Sum skilst, rindar Strandferðslan nevniliga Tórshavnar Kommunu fimm krónur fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við Smyrli, og 10 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við Ternuni, ella fimm krónur fyri at ferðast úr Havn til Nólsoyar og so aftur fimm krónur fyri at ferðast úr Nólsoy til Havnar.
- Hesar avtalurnar við Strandferðsluna eru gjørdar bæði í 2005 og 2011 fyri Nólsoyarleiðina. Gjaldið verður regulera á hvørjum árið alt eftir hvussu nógv børn, fólk, bilar og lastvognar nýta leiðina, umframt at gjaldi endurfíggjar íløgur í viðlíkahald á ferjuna, ferjuleguna og so framvegis. Tað skal endurspegla gjaldsevnini, sigur stjórin í Tórshavnar Havn, Jónsvein Lamhauge.
Sambært Jónsveini er tað ikki reiðilig tøl tøk um stórvegis vinningur er fyri hvønn ferðandi.
- Tað veit eg ikki reiðiliga. Tað mesta fer, sum sagt, til viðlíkahald, ljós, ábøtur á keiina og annað, sigur hann.
Við hvussu málið hevur verið umrøtt í miðlunum, sigur Havnarmeistarin seg skilja, hví misnøgdin er stór, men hann heldur eisini, at Strandfaraskip landsins hava gjørt teir til syndabukk.
- Tað sum eg haldi vera keðiligt, er at SSL spælir okkum út móti fólkinum. Vit hava eina vælkenda avtalu, sum vit halda okkum til. Vit eru bert ein veitari til ein kunda – tí haldi eg tað vera eitt sindur løgið, at vit verða spæld út móti fólkinum, sigur stjórin í Tórshavnar Havn.
- Seinast hetta málið var frammi, vóru børn eisini brúkt í roknistykkinum, og tað ljóðar ongantíð pent í døminum. Vit eftirspurdu tá tøl um hvussu nógv børn ferðaðust við Strandferðsluni, men fingu ongantíð nakað svar. Tískil hugdu vit eftir hvussu nógv børn búðu í Tórshavnar kommunu, og niðurjusteraðu síðani gjøldini eftir tí, sigur Jónsvein Lamhauge, sum tó ikki er sinnaður at endurskoða avtaluna, um tað merkir príslækking:
- Tað hava vit í útgangsstøðinum ikki nakran áhuga í, sigur hann.