Gjørdi tvey fríspørk sum kostaðu mál

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Gilli Sørensen ergraði seg nógv aftaná dystin ímóti Norðurírlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gilla Sørensen, sum spældi á vinstra bakki á føroyska landsliðnum, sum tapti 1-3 ímóti Norðurírlandi í kvøld.

 

Gilli ergrar seg sáran um bæði fríspørkini hann gjørdi, sum kostaðu málini til 0-1 og 1-2. 

 

Kortini heldur hann, at føroyska liðið í stórum løtum hevði ró á spælinum, og flutti bóltin væl. Men, sum hinir á liðnum ásannar hann, at tað reyða kortið hjá Jóan Símuni Edmundssyni kostaði dýrt.