Umleið 1.000 til 1.200 tímar, gott tilfar, handalag og gott tol. Tað er tað, ið krevst fyri at ogna sær eitt prýðiligt modellskip at spæla sær við í onkrum vatni ella í svimjihøllini, tá høvi býst til tess. Ein annar møguleiki er tó at keypa sær eitt slíkt skip, men tá eigur tú ikki gleðina av, at sjálvur hava skapt tær hetta stórbæra og kostnaðarmikla leika. Men hóast alt, so er eitt modellskip óiva stuttligt at spæla sær við, um tú so sjálvur hevur gjørt tað ella ei.
Ein teirra, ið eigur eitt slíkt modellskip, er skiparin á Christiani í Grótinum, Jón Rasmussen. Hann hevur eitt modell, ið líkist Christiani í Grótinum niður í hvønn smálut, og sjálvandi ber hetta skip eisini sama navn. Á norðoyastevnu var Jón og floytti modellskipið í svimjihøllini í Klaksvík. Hetta helt hann vera avbera stuttligt, soleiðis at standa uppi á turrum og stýra prýðiliga farinum runt í svimjihylinum, samstundis sum aðrir skiparar leiktu við modellum av sínum skipum.
Megnar arbeiði
Jón Rasmussen hevur ikki sjálvur bygt modellið av Christiani í Grótinu, men hann er glaður fyri tað kortini. Maðurin, ið hevur dugnaliga handalagið er Hilmar Johannesen, sum býr í Havn. Hann hevur tvær ferðir fyrr gjørt modell av nótabáti. Fyrstu ferð gjørdi hann bert eitt modell eftir sínum egna høvdi. Men tá hann einaferð kom inn á skrivstovuna hjá reiðarínum hjá Christiani í Grótinum og sá tekningina av nýggja skipinum hanga á bróstinum, fekk hann hugskotið um at byggja eitt modell av hesum skipinum. Hann so gjørdi, og í november í 1997 stóð eitt modell av Christiani í Grótinum klárt í støddini 1 : 40.
Afturfyri tekningina av skipinum, fór Hilmar Johannesen undir at gera eitt modell til reiðaríðið, og er tað hetta, ið nú stendur heima hjá skiparanum, Jón Rasmussen. Hetta modellið er bygt í lutfallinum 1 : 50.
?Eg haldi, at maðurin hevur gjørt eitt megnar arbeiði, og eg eri sera glaður fyri skipið, sigur Jón Rasmussen, ið hevur goymt skipið væl heima hjá sær sjálvum. Hann heldur tað nevniliga ikki vera ráðiligt at hava skipið standandi frammi í stovuni meðan børnini eru smá. Eftir ætlan skal skipið tó inn á skrivstovuna hjá reiðarínum at standa fyrsta dagin.
Nýtt felag
Framsýningin í Svimjihøllini í Klaksvík á norðoyastevnu var tann fyrtsta hjá nýggja RC felagnum í Klaksvík. Stigtakararnir eru menn, ið sjálvir hav gjørt sær modellskip og flogfør og sum ymskja at leika við hesum í felag. Trupulleikin er bert tann, at einki vatn er í Klaksvík, har til ber at sigla við modellskipum. Einasta loysnin er at sigla í svimjihøllini, men hetta ber ikki altíð til. Ein møguleiki er tó at fylla gamla svimjihylin úti í Grøv, men modellskipini er tung at bera heilt oman til hylin. Tí heldur Jón, at tað kanska hevði verið eitt hugskot at gjørt ein hyl onkustaðni í Klaksvík. Men tó væntar hann ikki, at hetta verður fyrr enn einaferð í vetur, tí um summarið hava menn ikki stundir at hugsa um slíkt.