Gleðir seg til vitjanina

Fyrst í juli mánaði koma Todi Jónsson og FCK til Føroya, og sjálvur sigur Klaksvíkingurin, at hetta er ein vitjan, sum hann gleðir seg til

FCK-vitjan

Umframt boðini um, at Todi Jónsson nú aftur er tøkur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, snúi tíðindafundurin hósdagin seg eisini um komandi føroyaferðina hjá FCK.
Sum vit áður hava nevnt, so er Todi Jónsson fegin um, at hann nú fær møguleikan at vísa liðfeløgunum sínum heimlandið, og hann var eisini fegin um, at leiðslan í FCK soleiðis hevur givið honum eitt stórt herðaklapp.
- Eg havi nú verið 11 ár í donskum fótbólti. Tá eg fór niður, vildi eg bara síggja, hvussu langt eg kundi røkka, og í veruleikanum hevði eg als ikki roknað við, at eg skuldi koma so langt, sum eg eri komin, segði nýkosni greipuvinnarin.
Av hesum árunum hava tey sjey verið í FCK, og sjálvur havi eg altíð ynskt, at eg kundi koma við liðnum til Føroya. Tann møguleikan hava eg so fingið, og eg gleði meg til ferðina.
Spurdur, hvørt tað var trupult at fáa leiðsluna í FCK við upp á hugskotið um Føroya-ferðina, segði Todi, at hetta var eitt lyfti, sum hann hevur fingið frá leiðsluni, og tí var sum so eingin trupulleiki í hesum.
- Sjálvur kenni eg tað í øllum førum sum eitt herðaklapp fyri tað, sum eg havi gjørt fyri felagið. Onkur hevur hug til at kalla tað fyri ein testemonial, og tað veit eg ikki, um tað er. Men í øllum førum eri eg fegin um, at teir soleiðis sýna mær, at teir eisini hava verið glaðir fyri meg, segði Todi.

Í størsta álvara
Liðið hjá FCK kemur annars til Føroya 4. juli, og longu dagin eftir er fyrsti dysturin á skránni. Hesin verður í Klaksvík, og og eftir at bara venjing er á skránni ein dag, verður so dystur móti HB á Tórsvølli tann 6. juli.
Og Todi leggur dent á, at talan avgjørt ikki bara verður um eina summarferð hjá liðnum.
- Hetta er ein uppgáva, sum verður tikin í størsta álvara. Fáar vikur seinni skulu vit spæla undankappingardyst til Champions League, og tá verður roknað við, at mótstøðan er á sama støði, sum frá eitt nú HB og KÍ. Tí verður tað við sterkastu manning, at vit koma til dystin, tó at Magnus Kihlstedt er bundin at uppgávum við svenska landsliðnum.
So er spurningurin bara, um Todi sjálvur eisini verður á liðnum, ella um hann má síggja aðrar byrja í álopinum, men hesum tóktist hann ikki bera ótta fyri.
- Eg skal ikki siga við vissu, at eg byrji inni í báðum dystunum, men eg rokni tó við, at eg sleppi at spæla.