Gleðilig jól kring Føroya land: So kunnu jólini koma

Hóast siðbundnu gudstænasturnar eru avlýstar, og jólini enn einaferð ikki verða, sum tey plagdu at vera, er vón fyri framman.

 

Nógvastaðni kring landið verður skipað fyri uttandura gudstænastum. Hóast hugnin í kirkjurúminum verður saknaður, er tað týðandi at hoyra gleðiboðskapin í felag og syngja okkara elskaðu jólasálmar í felag.

 

Tað hevur týdning at koma saman, eisini í hesum farsóttartíðum. Nógv hava ikki sæð hvønn annan í longri tíð.

 

Uttanduragudstænastur hoyra vanliga sumrinum til, men nú mugu fólk bara lata seg í síni tjúkkastu klæði og fara út í kuldan. Enn fjálgari verður tað at koma inn aftur í fjálgu stovurnar til ein góðan bita saman við familjuni.

 

 

 

Jólini eru familjunnar fest

 

Tí tað er jú familjuna alt snýr seg um. Vit fagna Jósef, Mariu og Jesubarnið, ið gjørdust familja undir vesælum umstøðum. Sjálvt í einum fjósi ber til at halda jól. Tað umráðandi er at vera saman við sínum kæru.

 

Jólini eru ikki ein boðskapur um ta perfektu familjuna við vakrastu klæðunum, flottastu húsunum, besta matinum og dýrastu gávunum.

 

Jólini eru ein boðskapur fyri takksemi um tað lív, ið Harrin gav okkum saman við okkara næstu.

 

Heilt serligt má tað kennast hjá teimum ungu pørum, ið av fyrstu tíð halda jól saman sum familja.

 

“Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.

Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu."

Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði:

"Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!"

 

Hesi orð hjá Lukas evangelisti kunnu ikki verða søgd nóg ofta. Tey eru líka sonn í dag, sum tey vóru, tá tey av fyrstu tíð vórðu søgd.

 

 

 

Friður á jørð og í menniskjum góður tokki

 

Ófriður hevur valdað upp undir jól, og politiska støðan er ógreið. Hugsi at tað er kærkomið hjá okkum politikarum at fáa eitt time-out, har vit kunnu hyggja inneftir og finna aftur til tey grundleggjandi virðini, ið sameina okkum.

 

Nógv ljótt er sagt seinastu dagarnar og summi er fornermað og vilja ikki tosa við hvønn annan.

 

Komandi dagarnar kunnu vit tó leggja alt hetta frá okkum og finna fram til tær bestu útgávurnar av okkum sjálvum.

 

Vónandi kunnu vit finna saman aftur um tey virði, ið sameina okkum.

 

Vónandi verður nýggja árið eitt ár í sátt og semju, bæði á politiska pallinum og í hvørjum húski kring landið.

 

Gleðilig jól kring Føroya land!

 

Jaspur Langgaard,

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin