Glenn vil stýra spælinum

Nýggi svenski venjarin hjá TB/FCS/Royn vil hava lið sítt at spæla fótbólt á mótstøðuhálvuni.

Nýggjur venjari hjá TB/FCS/Royn hetta kappingarárið er 45 ára gamli sviin, Glenn Ståhl, sum í eitt tíðarskeið er farin frá konu og børnum heima í Göteborg fyri at elta dreymin sum venjari.


Glenn, sum sjálvur hevur verið eitt talent sum fótbóltsspælari og hevur spælt tilsamans 43 ungdómslandsdystir fyri Svøríki, er fallin væl til í Suðuroynni.


- Hetta er ein vøkur oyggj, og fólkini eru sera, sera innilig og fitt. Fyrsta inntrykkið hevur verið sera gott, sigur hann við Fótbóltsblaðið hjá Sosialinum.


Á vøllinum hevur svenski venjari, sum í trý ár hevur verið spælari undir kenda venjaranum, Ståle Solbakken, eina áskoðan til fótbóltsspæl, sum hann nú fer at royna at fáa inn á liðið hjá sær.


- Málið er at spæla fótbólt, har vit vinna økið hjá mótstøðuliðnum við góðum avleveringum, flytingum og vandum uppspølum saman við nøkrum góðum virðum, sigur Glenn.


Hann sigur, at høvuðsmálið hjá TB/FCS/Royn verður at enda hægri uppi á stigatalvuni enn í fjør. Meira er at lesa um tað og mangt annað í Fótbóltsblaðnum, sum Sosialurin gav út í gjár.