Glitnir nýggja heimasíðu

Á www.glitnir.org er nýggja heimasíðan hjá Glitnir. Hon hevur verið ávegis eina tíð orsakað av, at tað hevur drigið eitt sindur út við at fáa hana lidna - men soleiðis er helst við øllum slíkum, at tað tekur tíð at finna rætta uppskotið...

 

Men nú er heimasíðan so tøk á alnótini og møguligt er at lesa mangt og hvat á síðuni.

Tey vitjandi hava eisini møguleika at tekna seg til eitt tíðindaskriv og á tann hátt fáa tey tað feskasta at vita, umframt at pláss er gjørt fyri at geva ?rís & rós?.

 

Nýggja heimasíðan verður dagførd hvønn dag og hon fer vera ein týðandi miðil hjá Glitnir.