Taka vit samanum lutvíst stuttu oljusøgu okkara, so vórðu fýra brunnar boraðir í landssynningshorninum av landgrunninum fyri nøkrum árum síðani. Onkur teirra var turrur meðan aðrir vístu seg at goyma olju, tó ikki í rakstrarverdugum nøgdum.
Nú varð so sett út í kortið heilt av nýggjum, og leitingin flutt longur norður og longur inn á landgrunnin. Her visti man, at basaltið kundi vera ein trupulleiki. Tað hevur tó víst seg, at tað er basaltið ikki, tá talan er um at bora.
Nú er álitið Williambrunnurin, sum eisini skal borast inni á basaltinum. Tá eru tað BP, Shell og Anadarko, sum sleppa at royna seg. Tað ljóðar millum oljufólk, at hesin brunnurin jarðfrøðiliga sæð er øðrvísi og kanska eisini meira áhugaverdur enn Brugdan. Eitt sera stórt kanningasrarbeiði er gjørt, bæði hjá BP og Shell og ikki minst frá Anadarko síðu, sum hevur staðið fyri leitiloyvinum, har Williambrunnurin skal borast í næsta ár. Felagið hevur gjørt sera nógv burtur úr nettupp at kanna økið, har Williambrunnurin skal borast, og nú felagið er farið í samstarv við so stór og viðurkend oljufeløg sum BP og Shell, verður hildið, at heimaarbeiðið undan boringini er so optimalt tað kann blíva, hvat tað tó helst eisini hevur verið undan Brugduboringini. Spurningurin er so bara, um William er betri stað á landgrunninum at gera eitt fund enn Brugdan. Hvussu og ikki, so kann sigast, at Statoilsamtakið við síni boring hevur verið við til at slóða fyri teimum, sum eftir koma.
Herfyri segði BP stjóri við Sosialin, at teir hava sett sannlíkið til at gera eitt lønandi fund fyri eitt út av tíggju. Hóast hetta ljóðar rættiliga svartskygt, so er grundarlagið fyri metingini tann, at talan er um nýtt og ókannað øki. Hann segði eisini, at uttan mun til, hvat úrslitið verður av Brugduboringini, so fara teir at halda seg til sínar boriætlanir. Hann metti eisini fyrimunir vera við Williamøkinum framum Brugduleiðina.
Vit vita so eisini, at ENI fer at bora í 2008, og møguleiki er fyri, at Chevron borar í 2009. Tað er greitt, at Brugduboringin er ikki just besta marknaðarføringin av eini komandi 3. útbjóðing. Og fyri 2. útbjóðing, har feløg fingu tillutað nýggj leitiøki í fjør, kemur hon so eisini eitt sindur illa við. Tí feløgini fara helst at umhugsa seg sera væl, áðrenn tey bjóða seg fram at bora. Hesi loyvini vórðu latin uttan at feløgini skuldu binda seg til at bora fyrstu árini. Hinvegin eiga vit eisini at siga, nú basaltknúturin er lutvíst loystur, tað er lættari at bora gjøgnum basaltið enn mett, at tað telur avgjørt tann rætta vegin.
Vit skulu so heldur ikki gloyma, at stóra oljufelagið Chevron júst er farið undir at bora avmarkingarbrunnar beint hinumegin markið, og har verður mett, at ein stór oljukelda ella fleiri eru inni í basaltfláunum. Tað fáa vit meira at vita um komandi hálva árið. Ein staðfesting av, at her veruliga er talan um eitt stórt oljufund, kann so aftur fáa nýtt lív í leitiloyvi okkara megin markið. Her verður hugsað um leiktiloyvi, , sum Chevron fekk tillutað í 2. útbjóðing. Tað kann visa seg at vera samanhangur millum eitt stórt fund á bretskari síðu og so útlitini fyri at gera oljufund okkara megin markið.