Gloym borgaraligheit og kurteisi

- Tað verður Petur Pólson, sum eingin hevur hoyrt hann fyrr. Heldur ikki Petur Pólson! Greiðir Petur sjálvur frá um elektro settið, ið hann fer at borðreiða við í kvøld.
- Gloym alt um borgaraliga nossligheit og borðbart kurteisi. Hetta er eitt kollveltandi, tónlistarligt hamskifti í Petur Pólson høpi av allarfrekasta slag, sigur Petur um framførsluna hjá sær í kvøld til Tutl elektro kvøld í Cippo, sum Undirbeat skipar fyri.

 

Knøttakomponistur og lændar rútmur

- Knút H. Eysturstein stendur fyri elektronisku síðuni; er knøttakomponistur. Elektronisku rútmurnar, ið hann manererar við á útgerðini hjá sær, eru lændar frá bólkinum Low.

- Hesin bólkurin mann vera verðins best nakrantíð! Tað er postmodernaður shoegaze rokkur úr amerika; nakrir mormonar, ið hava givið tónleikinum sál, sum eg totalt identifiseri meg við. Tann fyrsta reaktiónin, eg fekk av einum beatið hjá teimum, var, at eg mátti ein dag syngja »Fremmandur« hjá mær afturvið tí. Og tað fari eg at gera í kvøld.

 

Nýtt og gamalt tilfar

- Burtursæð frá Low er alt annars Petur Pólson tilfar. Bæði gamalt men eisini ymiskt av komandi fløguni hjá mær og av komandi yrkingasavninum, sum so passaliga eitur »Hamskifti«. Ikki eingongd eg sjálvur havi hoyrt hetta fyrr. Tað verður organisk tónleikalig ættargransking allan vegin ígjøgnum. Ja.

 

Í kvøld

Petur Pólson fer á pallin aftaná The Story Ends í kvøld til Undirbeat/Tutl elektro kvøld í Cippo kl 01.00. The Story Ends byrja á midnátt! Og eftir hesar báðar framførslurnar eru Djarnir Spencer Jones og DJ Knýtil teir, sum koyra stílin víðari.

Kostnaðurin er 100kr, og aldursmarkið 18 ár.