Tíðliga seinnapartin fríggjadagin fór ein maður av Selatrað í báti til Kollafjarðar. Hann segði heima at hann var skjótur aftur, og hesi boð lótu tey sær lynda.
Men, sum so ofta er, so er okkurt, sum er meira áhugavert enn tíðin og tað var júst tað sum hendi í Kollafirði.
Tá maðurin ikki var komin til Selatraðar um midnáttina, var løgreglan boðsend, men tað var tíbetur uttan orsøk.
Maðurin var í Kollafirði, men hevði bara gloymt tíð og stað, og tí hevði hann ikki boðað heimafólkunum frá, sigur støðleiðarin í Havn frá.