Íslendska farmaskipið Goðafoss fór í morgun í dokk í Odense, har menn skulu umvæla skaðan, sum skipið fekk, tá tað fór á á ein flúr í Oslofjørðinum tann 17. februar. Ferðin úr Noregi til Odense tók drúgva tíð. Fyrst darvaði tað ferðini, at menn bóru ótta fyri, at olja kundi leka úr skipinum, og tá skipið loksins kom til Odense í gjár, var so langt liðið út á dagin, at stundir vóru ikki at fáa tað í dokkina í dagsljósi. Tí mátti Goðsafoss liggja fyri akkeri til í morgun.
Talsmaðurin hjá reiðarínum Eimskip, Ólafur William Hand, sigur við Morgunblaðið, at umvælingin fer ætlandi at taka tríggjar vikur, og so fer Goðafoss aftur í ta regluligu siglingina.