»Go« í Føroyahúsinum

Fríggjakvøldið 23. september verður kafékvøld við GoGoBlues í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta vikuskiftið er bluesfestivalur í Keypmannahavn og spælt verður á átjan ymiskum pallum við einum skara av framúr góðum blues tónleikarum

GogoBlues, sum vann Prix Føroyar 2005, er mannað við Una Reinert Debess, vocalur og guitari, Arnhold Ludvig, bass og Rógva á Rógvu, trummur. Bassisturin og trummuslárin vóru mettir at vera teir bestu í Atlantic Music Event í ár. GoGoBlues hevur nýliga verið í Kanada og ferðast eisini í Norðanlondum. Nú teljast teir við í bluesfestivalinum í Keypmannahavn. Dyrnar i Føroyahúsinum lata upp kl. 21 og opið er til kl. 01. Atgongumerki er einans 40 kr. Sí eisini copenhagenbluesfestival.dk
Stuðul til New Orleans, sum var fyri vanlagnu
Vit hava sæð og hoyrt um ta øðiligu skaðaódnina, sum rakti stórbýin New Orleans og tók túsundtals fólk av fótum. Í býnum hevur verið sera fjølbroytt og týdningarmikið tónleikalív, sum fólk víða um í heimi hava frøtt seg um og tikið eftir. Eisini nógv av hesum virksemi er meint rakt. Tí er avgjørt at skipa fyri stuðulskonsert í Vega til frama fyri hesi tónlistafólk. Tað er bólkurin SP Just Frost, sum hevur valt at gera teirra konsert um teimum í New Orleans til frama. Har vera fleiri aðrir bólkar eisini á palli.
Bluesfestivalurin í Keypmannahavn ætlar eisini at stuðla við at fáa fólk á ymsan hátt at lata nakrar krónur, meðan festivalurin er. - Vit í Føroyahúsinum vilja fegin taka undir við hesum. Heitt verður tí á tey, sum koma til kafékvøldið, um at lata meira enn kr. 40 í atgongumerki. Eisini fer kr. 5 av hvørji fløsku, sum verður seld kafékvøldið.
Hetta ger kanska ikki stóran mun. Tí verður eisini høvi frá 20. - 27. septembur hjá øllum, sum koma inn á gólvið, at lata nakrar krónur til endamálið. Peningurin verður latin til Christian Unity Church, har Dwight Webster er prestur og hevur alstóran týdning fyri tónlistalívið í býnum.
Nú er gongd komin á aftur
Um summarið er friðarligt. Eftir væl eydnaða ólavsøku var aftur ein steðgur, men frá 25. august hevur verið gongd á aftur. Fótatraðk skipaði fyri frálíkum dansi við fullum húsi 3. september og Eyðun Nolsøe var "unplugged" á væl vitjaðum kafékvøldið. Týsdagsdøgverðarnir mennast aftur og ymist er til dagdvølju eftir matin. Fyrsta týsdag í hvørjum mánað er bingo. Stundum eru fyrilestrar/ frásagnir sum nú týsdagin 27. septembur, tá ið Anja Holtze heldur fyrilestur um zonuterapi.
Mong gleða seg til at síggja Harkaliðið á palli her 8. oktobur. Annað stórt tiltak verður mentanarnáttin 14. oktobur, har vit m.a. skula hava alskyns fisk á skránni. Men eisini verður mótaframsýning, føroyskur dansur, sangur og upplestur.
Í septembur hevur Selma Mikladal listaframsýning, sum er sera væl umtókt av fólki. Selma, sum er úr Klaksvík og arbeiðir á Ríkissjúkrahúsinum, er sjálvlærd listakvinna. Tí varð hon rættiliga bilsin at síggja, hvussu fegin fólk vóru um myndir hennara.
Á 1. hædd er framsýningin við brúdleypsferð til Føroya í 1938. Hendan framsýning hongur til 24. september.
Feløgini í húsinum eru eisini komin í gongd aftur: Fótatraðk, Húsakórið, Talvfelagið, Kvinnufelagið og MFS, sum skipar fyri lestrardegi leygardagin 24. september og hugnakvøldi fríggjakvøldið 30. september.
Meira at vita um Føroyahúsið
Húsið, sum síðani 1993 hevur ligið á Vesterbrogade 17 A, er dagliga opið kl. 14 - 18. Á heimasíðuni hjá húsinum ber til at fáa mangt at vita um húsið og feløgini har. Heimasíðan eitur www.faroehouse.dk . Hvørja viku verða tíðindi eisini send við maili. Yvir 1000 fólk eru á hesum maillista. Tað ber til at seta seg á hendan listan á forsíðuni á heimasíðuni. Húsið hevur eisini ein faldara við skránni fyri hvønn mánað.