Góðan prís fyri góðan kvalitet

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost, sigur, at tað er góði kvalitetur á laksinum, sum tryggjar góða prísin.

Úrslitið hjá Bakkafrost fyrra hálvár í ár var 323 milliónir krónur eftir skatt, samaborið við 213 milliónir fyrra hálvár í fjør.

 

Annan ársfjórðing hevði Bakkafrost eitt rakstrarúrslit upp á 303 milliónir krónur, sum er 43 prosent betri enn annan ársfjórðing í fjør, og eftir skatt var úrslitið 191 milliónir krónur annan ársfjórðing.

- Kappingin á altjóða marknaðinum er hørð, og vit gleðast um at vit standa okkum í kappingini, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, við Rás 2.