Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er leiðari í sokallaða fiskivinnubólkinum, sum fyri tíðina roynir at skriva eina nýggja fiskivinnulóg.
Partarnir høvdu í farna mánaði fund í Skálavík um málið, eins og at fundur var í síðstu viku um málið. Jacob Vestergaard sigur, at teir royna at fundast reguliga um málið, men at jú nærri jólini koma, jú torførari er at samla allar limirnar í bólkinum til fundar.
Hann fegnast tó um gongdina í málinum, og er bjartskygdur hvat viðvíkur eini semju um nýggjan fiskivinnupolitikk.
- Partarnir ikki langt frá hvørjum øðrum, og vit arbeiða fram ímóti semju. Vónirnar eru góðar fyri, at tað skal eydnast okkum at semjast um eitt útkast til nýggja fiskivinnulóg at leggja fyri løgtingið, sigur Jacob Vestergaard.