CD Marino, har Eyðvør Klakstein er ein av spælarunum, spældi leygardagin ímóti Anorga í næstbestu sponsku fótóltsdeildini.
Agnora er millum sterkastu liðini í deildini, og eftir tvey tap á rað tóktist uppgávan hjá CD Marino at verða ivaleysa stór. Men uppgávan vísti seg ikki at vera størri enn so, at CD Marino loysti hana væl og virðiliga og vann óvæntað ikki minni enn 4-1.
CD Marino legði seg framum við beinleiðis frísparki í fyrra hálvleiki, og tær høvdu eina 1-0 leiðslu, tá ið hálvleikur var í oysregninum.
Í seinna hálvleiki gjørdi Eyðvør Klakstein rættiliga bart. Hon økti leiðsluna hjá CD Marino upp í 2-0 og stutt eftir upp í 3-0, og so hevði hon avgjørt. Anorga minkaði um munin til 3-1, men móti endanum setti CD Marino punktum fyri góða sigrinum við máli til 4-1.
Tølini siga, at Eyðvør Klakstein er ein av lyklaspælarunum. Nú hevur hon skorað átta mál, og hon er toppskjútti hjá liðnum. CD Marino togaði seg við sigrinum eitt pláss upp eftir stigatalvuni og liggur nú nummar 8 – eitt stig aftanfyri liðið á sjeynda plássi. 14 lið spæla í deildini.