Aftaná 2-3 tapið hjá B36 ímóti HB í kappingini um løgmanssteypið fekk Tróndur Arge orðið á Jákup á Borg, hjálparvenjara og liðskipara hjá B36.
Spurdur um góði dystarendin, har B36 fekk minkað 3-0 leiðsluna hjá HB til 3-2, var ein jaligur tráður teir í B36 kunnu halda fast við, svaraði Jákup á Borg, at tað kundi teir ikki. Jákup á Borg harmast um, at B36 enn einaferð er úti av kappingini um løgmanssteypið aftaná fyrsta umfarið.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup á Borg. Fremst í ljóðbrotinum hoyrast frásagnirnar av báðum málunum hjá B36. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Teitur Joensen var viðmerkjari.