Góður íblástur til talurnar

Á sjónum er ein heilt nýggj kelda av myndum, eg kann nýta, tá eg royni at læra fólk andaligar sannleikar, sigur Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari.

Góður íblástur til talurnar

Á sjónum er ein heilt nýggj kelda av myndum, eg kann nýta, tá eg royni at læra fólk andaligar sannleikar, sigur Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari.

 

Jógvan Zachariassen er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík. Dagliga fæst hann við fólk og bøkur. Vegleiðing, ráðgeving, talur og bíbliugranskan fylla arbeiðsvikuna.

 

Jógvan Zachariassen hevði ongantíð verið til skips, ongantíð hugsa tankan heldur. Ikki fyrr enn ein dagin, ein vinmaður sigur: Jógvan, tú burdi tikið eina pausu frá tí, tú gert nú og farið til skips. Jógvan var beinanvegin við upp á tað. Vinmaðurin fekk eitt prát við skiparan upp í lag og stutta tíð seinni mynstraði Jógvan Zachariassen við trolaranum Ruth.

- Eg var beinanvegin við upp á hetta, tí hesin vinmaðurin hjá mær sigldi eisini Ruth. Eg føldi meg tryggan, tí eg kendi fólk umborð, sigur Jógvan Zachariassen.

 

Endin var, at Jógvan Zachariassen sigldi við Ruth seks vikur summarið 2012 og aftur seks vikur summarið 2013.

 

Fyrstu tíðina eftir, at avgerðin var tikin um at fara til skips, var hann sera spentur og gleddi seg til uppgávuna. Men sum tíðin nærkaðist, gjørdist hann meiri og meiri ekkafullur. Hann hevði jú ongantíð verið til skips fyrr.

- Hvat havi eg gjørt, hugsaði eg. Eg fari jú at vera heilt malplaseraður umborð, eg hoyri jú als ikki heima har, greiðir Jógvan Zachariassen frá. Men tá eg kom á trygdarskeiðið sá eg, at eg var ikki tann einasti, sum skuldi til skips fyri fyrstu ferð. Har vóru aðrir landkrabbar, júst sum eg.

 

Móttøkan umborð var sera góð.

- Menn skiltu, at eg var ein ektaður landkrabbi, men teir vóru fittir við meg. Eg merkti, at teir vóru ídnir eftir at læra meg og vísa mær, hvat skuldi gerast, heldur enn bara rópa eftir mær, um eg ikki gjørdi mínar skyldur rætt.

 

- Meg minnist kensluna, fyrstu ferð eg fór út á dekkið. Í mínum dagliga starvi eri eg serfrøðingurin, tann, ið fólk spyrja. Fólk koma til mín og leita sær ráð. Á dekkinum var eg púra ókendur og púra óvitandi. Tað var ein eyðmýkjandi kenska, á tann góða mátan. Nú varð eg tann, sum mátti spyrja um alt, sigur Jógvan Zachariassen.

 

Føroyar eru ein sjóvinnutjóð, verður sagt, og nógv okkara halda, at vit kenna eitt sindur til, hvat sjólívið er, hóast vit ongantíð hava siglt. Jógvan Zachariassen heldur, at so er ikki.

- Sjólívið er ein annar heimur. Tað var ein nýggj verð, sum opnaðist fyri mær, við nýggjum orðum og vendingum. Eitt slag av kodu, ein ikki skilir, fyrr enn ein livir í tí. Hetta er ein verð, sum vit føroyingar eru so nær við, men sum nógv okkara als einki kenna til allíkavæl, sigur hann.

 

Jógvan Zachariassen sigur, at eitt av stóru upplivilsunum umborð var, hvussu nær ein kemur náttúruni. At síggja alt lívið, sum fylgir skipinum.

- Súlurnar kava sum missilir eftir sildini, tá vit hála trolið inn. Ein kann næstan hava eygnakontakt við fuglarnar, tá teir fylgja skipinum. Eisini var tað nakað heilt serligt, at síggja allar hvalirnar, sum komu nær skipinum, at leita sær føði. Grindahvalir og bóghvítuhvalir vóru regluligir gestir, ofta í stórum flokkum, sigur hann.

 

Sum so mong onnur, ið ikki hava valt sjólívið, so stríddist samkomuleiðarin eisini við sjóverk.

- Eg hevði sjóverk, tað má eg viðganga. Á Smyrli veitst tú, at um tveir tímar er hetta yvirstaðið. Ta troystina hevur tú ikki umborð á fiskiskipi. Og meðan tú liggur og vendir tær í songini og roynir at halda spýggjuni niðri, gevur skiparin boð um, at trolið skal út, og at allir mans skulu á dekk. Tá er eingin góða mamma, tú mást úr songini, í oljuklæðini og út, við spýggjuni í hálsinum.

 

- Meg minnist eisini, at eg onkuntíð stóð og vigaði fisk, meðan eg hevði sjóverk. Skipið rullaði, aldurnar brutu, og eg stóð og vigaði ein og ein makrel, fyri at meta um støddina á veiðuni. Og so knappliga út at spýggja um lúnningina, við einum makreli í hondini. Men gleðin var stór, tá eg eftir nakrar dagar varnaðist, at sjóverkið var burtur. Seinna árið var tað tíbetur ikki so galið, tó at eg aftur stríddist við nakað av sjóverki tá.

 

 

Jógvan Zachariassen sigur, at hann lærdi nógv hesar túrarnar við Rutt og hevur tikið nógv av lærdómi við sær inn í sítt dagliga starv sum samkomuleiðari.

- Sum talari, so fekk eg ein heilan hóp av nýggjum myndum og lýsingum at nýta. Her er ein heilt nýggj kelda av dømum, eg kann nýta, tá eg royni at læra fólk andaligar sannleikar. Hetta eru myndir, sum kennast meiri heimligar, enn myndir vit læna úr øðrum tíðum ella øðrum londum, og vónandi verður boðskapurin lættari at skilja, um myndin er meiri heimlig.

 

- Sum samkomuleiðari, so sá eg týdningin ein skipari hevur umborð. Onkur má hava myndugleika at siga, hvar skápið skal standa, fyri at skil skal valda umborð á skipinum. Soleiðis man eisini vera í samkomulívinum, sigur Jógvan Zachariassen.

 

- Eg legði eisini til merkis, hvønn týdning kokkurin hevur umborð á einum skipi. Menninir brúka nógva tíð í messuni, tá teir ikki arbeiða. Kokkurin hevur eitt týdningarmikið samlandi virksemi. Er kokkurin í góðum lag og tekur manningina á bóli við pannukøkum onkran dagin, so smittar lagið hjá honum yvir á alla manningina. Sum samkomuleiðari má eg stremba eftir, at vera ein persónur, sum er samlandi og kann skapa trivnað millum tey, eg tæni, sigur Jógvan Zachariassen.

 

Jógvan Zachariassen hevur tó ongar ætlanir um, at velja sjólívið fram um samkomulívið.

- Nei, eg eri ein landkrabbi, men eg kann krúpa til sjós til tíðir. Nú havi eg bæði pissað og spýð í saltan sjógv, men eg trívist best á landi.