Góður túrur á svartkalvaveiði

Týsdagin landaðu djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, 143.000 pund til TG Seafood í Hvalba.

Týsdagin landaðu djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, 220 kør - ella umleið 143.000 pund - til TG Seafood í Hvalba.

 

Hetta var ein túrur, sum vardi í einar 12 dagar, og meginparturin av royndini hevur eftir hvat skilst verið eystanfyri.

 

Við tað, at meginparturin av veiðini henda túrin er svartkalvi, er hetta eisini ein rímiliga góður túrur hjá skipum og manningum.

 

Á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba verður svartkalvin pakkaður og frystur.

 

Tá vit frættu úr Hvalba fyri løtu síðan, vóru skipini ikki farin nýggjan túr, men væntandi er, at tey loysa seinni í dag.