Goebbels ella Hitler er eitt feitt

Jóannes Eidesgaard og Regin Eikholm hava seinastu dagarnar havt lesarabrøv í bløðunum, har teir verja Katrina Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu, sum varð átalað av formansskapinum fyri at leggja Høgna Hoydal undir at brúka somu metodur sum nasistarnir undir 2. heimsbardaga.
Teir siga, at tað er ein heksajakt farin fram ímóti Katrin Dahl Jakobsen, tí hon hevur ongantíð nevnt Hitler. Róð verður framundir, at fjølmiðlafólk hava gjørt hesa samanberingina í eini roynd at raka Katrina.
Eg føli meg raktan. Eg gjørdi sum blaðmaður samanberingina hjá Katrin Dahl Jakobsen lidna. Rætt skal vera rætt. Katrin nevndi ongantíð Hitler. Heilt ítøkiliga segði hon: »Eg troysti mær ikki at nevna navnið á persóninum, men nakað av hesum snildunum hava okkara konservativu nationalistar eisini brúkt«. Orðini fullu á tingsins røðarapalli í sambandi við, at hon nevndi nasistarnar undir 2. heimsbardaga og helt eina mynd upp av Høgna Hoydal.
Bæði Regin Eikholm og Jóannes Eidesgaard hava ført fram, at helst var talan um Joseph Goebbels, ið var propandaministari undir Hitler, og tí var tað ikki so álvarsligt, sum Katrin Dahl Jakobsen førdi fram.
Álvaratos! Mær kann tað gera tað sama, hvør teirra tað var. Teir stóðu fyri tí sama.
Mítt endamál hevur ongantíð verið at vart ella ákært nakran. Greinarnar, sum eg havi skrivað, snúgva seg um støðið á føroyska kjakinum. Útgangsstøðið er hendan ítøkiliga hendingin. At Eidesgaard og Eikholm halda útsøgnina hava lítið upp á seg, tí talan var um Goebbels og ikki Hitler, mugu teir um, men í Føroyum mugu vit eisini hava loyvi til at viðgera slíkt journalistiskt. Eins og tey gera aðrastaðni.
Orsøkin til, at eg svari aftur, eru orðini hjá Regini Eikholm um, at tað í viðtaluni við Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðing á Fróðskaparsetrinum, helst er journalisturin, sum hevur lagt honum orð í munnin, tá útgangsstøði fyri samrøðuni bleiv, at Katrin Dahl Jakobsen samanbar Hoydal við Hitler.
Til tað er at siga, at Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, sjálvur hevur sæð orðini, sum Katrin Dahl Jakobsen segði á løgtingi. Hann helt ongan iva vera um, at hon samanbar við Hitler. Tá eg so spurdi, um tað kundi vera onkur annar, t.d. Goebbels, svaraði hann: »Nei! Tí øll fata tann nasistin, sum eingin troystar sær at nevna undir seinna heimsbardaga, fyri at vera Hitler. Meinti hon við Goebbels, skuldi hon sagt tað.« Hetta kom ikki við í greinina, men Eyðun Andreasen kann sjálvur vátta hetta.
Yvirhøvur vísir hetta mál, at tú skalt ansa tær, tá tú nýtir myndir. Ikki minst, um tú samanber fólkavaldar føroyskar politikarar við nasistar. At Eikholm og Eidesgaard eftir øllum at døma halda tað vera í lagi, mugu teir so svara fyri.
Formansskapurin á Føroya løgtingi helt tað vera skeivt.