Golden League: Oddsini millum Niðurlond og Føroyar eru púra jøvn

Her eru oddsini upp á dystin Niðurlond-Føroyar

Klokkan 19.30 í kvøld spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í Golden League kappingini í Tróndheimi í Noregi, har mótstøðuliðini vera Niðurlond, Noreg og Danmark. Av sonnum ein stórur heiður hjá okkara at vera bodnir við til eina so prestisjutunga kapping.

 

KVF vísir dystin.

 

Mótstøðuliðið í kvøld vera Niðurlond, ið vóru í okkara EM-undankappingarbólki. Tað endaði við javnleiki 32-32 við Tjarnir, og niðri í Amsterdam vunnu okkara ein minniligan 32-31 sigur.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld eru næstan jøvn. Tó hella tær eitt pinkalítið vet til ein føroyskan sigur, ið er áhugavert.

 

Miðaloddsini upp á niðurlendskan sigur eru 2,10.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,01.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##