Gomul frukt

Í grøvini hjá tí kenda egyptiska konginum Tutankhamon hava granskarar funnið átta kurvar við ymsum fruktum. Fornfrøðingurin Zahi Hawan, sum hevur staðið fyri rannsóknunum, sigur, at talan er um ymsar drúufruktir, sum eru í óvanliga góðum standi eftir at hava ligið í kongsgrøvini í meiri enn 3.000 ár. Hawan sigur, at fruktirnar stava úr einum øki har suðuri í Egyptalandi. Grøvin hjá Tutankhamon varð funnin Konganna Dali í 1922.