Í gongd fyri eina krónu

Íverksetarahúsið varpar við tiltaki ljós á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg fyri bara eina krónu

Tað verður seinnapartin í morgin millum klokkan 16.30 og 17.30, at Íverksetarahúsið hevur eitt ókeypis tiltak í Reinsarínum í Tórshavn, har greitt verður frá møguleikanum at seta á stovn íverksetarafeløg, ið skjótt verður veruleiki í Føroyum.

Partafelagslógin er broytt soleiðis, at tað verður lættari at stovna og reka vinnufyritøkur, og millum annað fer tað at bera til at koma í gongd við sítt virksemi við einari krónu sum startkapitali.

Íverksetarahúsið sigur, at málbólkurin fyri hesi lógarbroyting er íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku við handilsligum møguleikum, men sum í byrjanini ikki hevur brúk fyri størri kapitalgrundarlagi.

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Advokatskrivstovuni, fer á tiltakinum í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í morgin at greiða nærri frá møguleikanum at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging.