Gongd í haga ella almenn gongd á privatari ogn

Hagalendið í Føroyum er so nøkunlunda helvtarbýtt t.v.s. helvtin er landsogn meðan hin helvtin er privatogn.

Slættaratindur (Suðurhelvt) er 12 merkur og privt ogn allur sum hann er, harav sonur mín og eg eiga størra partin av einari mørk - við tinglýstum ognarrætti, sostatt líka privat sum eitt privat parkerings pláss í Havn (ejendomsretten er ukrænkelig).

 

Landið eigur, sum longu sagt, umleið helvtina av hagalendinum og eigur at viðgera gongd í haga á egnari ogn, hina helvtina eiga vit ognarmenn og hava tinglýst ræði og ábyrgd av hesi ognarhelvtini.

 

Eitt felag er sum kallar seg fyri hagafelagið – sera framligt, eiga ongan haga –­­ ognarmenninir kundu kanska kalla seg fyri hagafelag.

 

Verri er at løgtingsfólk og enntá floksformenn halda seg hava rætt á tinglýstum privatum ognum.

 

Jógvan K. Mørkøre

 

Eiði

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hagafelagið eigur vælsaktans ein haga