Gongd komin á Karlamagnusarbreyt

Tróndur Sigurðsson

formaður í byggi- og býarskiparnevndini

 

Tá undirritaði fyri einum ári síðani í Degi & Viku lovaði, at um ikki so langa tíð skuldi gongd vera komin á dagføringina av Karlamagnusarbreyt, so vóru tað helst fleiri, ið ivaðust, tí har sóust bara – við fáum undantøkum – stór og tóm grundstykki yvir tað heila.

 

Men í dag síggja vit, at tað veruliga er hent nakað, og tað er bara at frøast um. Talan er um fleiri ting, vit hava fingið framt, fyri at fáa gongd á Karlamagnusarbreyt, ið nú síggja út til at hava riggað so mikið væl, at tað so spakuliga byrjar at síggjast, hvørjir møguleikar eru í hesi høvuðsgøtuni ovast uppi í Hoyvík.

 

Fyri tað fyrsta, broyttu vit byggisamtyktina, so tey ovastu stykkini fóru frá at vera vinnuøki til at vera grundstykki, og hetta arbeiði verður nú liðugt, so spennandi verður eisini at síggja nýggj hús stinga seg upp har. Har hava 12 stykki fingið nýggjan eigara, so tað grør um gangandi fót.

 

Men eisini, tá talan er um handil og vinnu í økinum, er nakað hent, tí støðan í dag er tann, at fimm byggiloyvi eru útskrivað. Hetta er sera gott fyri alt hetta økið, tí her gevast møguleikar fyri bæði fleiri handlum og íbúðum, sum høvuðsstaðurin hevur ein støðugan tørv á. So eisini har eru tikin neyðugu stigini at skapa teir batar, ið kunnu geva Karlamagnusarbreyt lív og møguleikar.

 

Somuleiðis raðfestu vit ferðslutrygdina, so vit hava fingið asfalterað gongubreyt báðumegin vegin, og tá fótbóltsvøllurin í næstum er liðugur, skulu gongubreytir gerast allan vegin niðan á rundkoyringina. Viðvíkjandi vøllinum er annars at siga, at hálvan august fáa vit tilboð upp á graslíki, so vit fara at fáa ein góðan fótbóltsvøllin, sum verður kærkomin hjá bæði ungdóminum, skúlanum og ítróttarlívinum í høvuðstaðnum sum heild.

 

Vit hava eystan fyri Karlamagnusarbreyt fingið ein fittan býling, sum nú fer at fáa sítt egna trivnaðarøki, sum í løtuni verður planerað, so tað í næstum kann farast undir annað byggistig. Her er ætlanin, at vit skulu hava eitt veruligt trivnaðarøki, hoyvíkingar kunnu vera saman um.

 

Alt hetta er framt í góðum samstarvi við avvarðandi myndugleikar, umframt at borgararnir hava verið við og eru komnir við bæði góðum ráðum og íblástri. Vit høvdu ein góðan borgarafund og miðlarnir setti eisini ljós á Karlamagnusarbreyt.

 

Vit kunnu nú bara fegnast um, at so nógv er hent hetta síðsta árið, at talan ikki longur er um eina “oyðimørk” í Hoyvíkshaganum, men eitt øki, ið sprettur og blómar, so vit øll innan leingi kunnu fáa ágóðan av enn eini spennandi ætlan, Tórshavnar kommuna hevur sæð møguleikar í og valt at lagt fíggjarliga orku í eisini.

 

Mong vóru kanska ivingarsom, men tíbetur hevur veruleikin yvirhálað alla skepsis, so tað í dag er blivin fastur sunnudagstúrur hjá fleiri at koyra niðan á Karlamagnusarbreyt, tí har síggjast framstig fyri hvørja viku, ið gongur. Jú, sanniliga er nógv hent hetta árið, og vit kunnu samstundis gleðast um, at meira er og kemur í gongd.

Tróndur Sigurðsson

formaður í byggi- og býarskiparnevndini