Fótbóltur
Patrick Sunday Okoro skuldi ikki nýta nógva tíð, áðrenn hann hevði sett sítt navn fast í minnið hjá B36-fejapparunum.
Arbeiðið við at fáa arbeiðs- og uppihaldspappírini í rættlag hevur drigið nakað út, men mikukvøldið kundi áleyparin tó vera partur av fyrru hálvfinaluni móti HB.
Og sunnudagin kundi hann so fyri fyrstu ferð rigga seg til at spæla Formula-bólt. Leikluturin var tó á beinkinum fyrstu longu løtuna, men eftir 82 minuttum varð hann sendur á vøllin. Og so gingu ikki nógv sekund, fyrr enn nýggi maðurin hevði gjørt vart við seg.
B36 setti hesa ferð fulla ferð á í álopspartinum. Geza Turi helt ikki bóltinum, tá Johan Ellingsgaard smekkaði til, og so var Patrick fyrsti maðurin á returinum.
Linligur dystur
Málið var sjálvandi hæddarpunktið á degnum hjá B36-fjepparunum. Men saman við mongu viðhaldsfólkunum hjá Víkingi vóru hesi annars vitni til ein dyst av heldur keðiliga slagnum.
Fyri steðgin hevði B36 í løtum nakað, sum líktist einum trýsti, og teir løgdu seg eisini á odda, tá Bergur Midjord hálvgum tacklaði og hálvgum fluktaði innlegg frá Santos í kassan.
B36 hevði undan dystinum mest sum púrasta umskipað miðvøllin, har Klæmint Matras, Ingi Højsted Odmar Færø restaðu, meðan Hanus Thorleifsson heldur ikki var tøkur til dystin.
Og kanska var tað eisini hendan umskipanin, sum hevði sína ávirkan. Í øllum førum gekk tað eftir steðgin meira enn striltið at fáa spælið at hanga saman. Og tá B36 eisini legði seg djúpari, nú leiðslan skuldi verjast, gav hetta Vikingi at kalla alt initiativið í dystinum.
Hóast gestirnir sjáldan skaptu tær heilt vandamiklu dystirnar, so lá ein útjavning leingi í luftini, og tá hon kom, var talan um sanna perlu frá Andreas Lava Olsen. Magnus Olsen hjálpti honum nakað, tá frálíki bakkurin framdi sítt helst einasta mistak í dystinum, tá hann fór eftir langari sending frá Atla Gregersen. Andreas snaraði sandoyingin av sær, og við einum dómadagsskoti sendi hann úr 19 metrum bóltin í meskarnar.
Nógvar ónollur
Málið sá út til at geva Víkingi eitt stig við sær, men tað eydnaðist altso ikki hjá teimum at halda fast um hetta í einum dysti, sum annars var merktur av nógvum ónollum. Kanska var langt ímillu tey heilt ógvusligu fríspørkini, men talan var um heilt nógv ljót lítil fríspørk, eins og talan fleiri ferðir gjørdist um smærri orrustur millum einstøku spælararnar. Og onkrir skuldu helst eisini fegnast um, at teir finguy loyvi at vera á vøllinun í samfullar 90 minuttir.
Úrslitið av dystinum ber við sær, at B36 enn hongur við í oddinum, har fá annars góvu teimum møguleika at gera seg galdandi í ár. Við í roknistykkinum er tó eisini tann veruleikin, at hvíta havnarfelagið enn bert hevur spælt á heimavølli. Fjórði heimadysturin á rað verður móti EB/Streymi komandi umfarið, og tá fæst ivaleyst ein ábending um, í hvønn mun B36 fer at gera seg galdandi í ár.
Víkingur er hinvegin í tyngra endanum av talvuni, og tað er ein støða, sum hvørki spælarar ella viðhaldsfólk kunnu vera serliga nøgd um. Næstu ferðina eiga teir heimavøll móti NSÍ, og tann uppgerðin kann meira enn nøkur vera tann, sum sendir lagið antin upp gjøgnum lofti ella niður í kjallaran hjá víkingunum.