Gongur alt við verður úrslitið gott

Fótbóltur: Miðvallarstuðlarnir eru ikki bangnir fyri at avhølvingin í Estlandi fer at verða endurtikin í kvøld

Teir búgva á kamarið saman á gistingarhúsinum her í Vilnius, og tað er einki at taka seg aftur í, at teir eru millum stuðulsspælararnar á føroyska liðnum. Talan er um Sámal Joensen og John Petersen, sum saman við Julian Johnsson skulu manna føroyska miðvøllin í kvøld. John Petersen hevur verið fastur fúsur á liðnum síðani 1996, og Sámal Joensen er vorðin stuðulsspælari í ár.

Tá vit settu teimum stevnu vóru teir báðir samdir í, at tað verður torført í kvøld, men teir síggja ikki stríðið sum nakað, ið er tapt frammanundan:

? Tað veldst so ógvuliga nógv um, hvussu tað tørnar út. Men hava vit ein góðan dag, og teir hava ein minni góðan dag, so er ikki óhugsandi, at vit kunnu vinna, men so skal eitt sindur av hepni til, og hví skulu vit ikki fáa tað hesu ferð. Vit hava ikki verið hepnir móti Bosnia og Kekkia, so nú eiga vit tørn, staðfesta teir báðir.

Leikluturin hjá teimum báðum hevur verið rættuliga ymiskur frá dysti og til dyst, og tað hevur nakað við tað at gera, hvussu mótstøðuliðini spæla.

? Í Bosnia var eg næstan uppdekkari, meðan tað í øðrum dystum hevur borið betri til at komið longri fram á vøllin, staðfestir Sámal Joensen, sum var skaddur móti Kekkia. Hóast hann ofta skorar, tá GÍ spælir, so hevur hann framvegis til góðar at skora á landsliðnum. Næst við var hann, tá hann á útivølli móti Kekkia 20. august í fjør fyri fyrstu ferð varð skiftur inn.

? Móti Kekkia lá eg ógvuliga frammarlaga. Tað hevði nakað við tað at gera, at maðurin, sum eg spældi yvirfyri lá sera aftarlaga, og tað dámdi mær væl. Niðri í Bosnia var ætlanin, at eg skuldi hava leiklutin sum hangandi álopsmaður aftanfyri Una Arge, men tað manglaði ein maður at tetta í vinstru síðu, har Henning Jarnskor gjørdist rættuliga einsamallur, og so brúkti eg nógva tíð og orku har. Vit hava taktikkfund frammanundan, og tað verður tosað við okkum um, hvør okkara uppgáva er, men tað snýr seg eisini nógv um, hvussu dysturin myndast. Og tá er tað sumt, sum vit ikki eru harrar yvir. T.d. kann ein verða skaddur, ella ein kann fáa reyða kortið, og so er neyðugt við broytingum. Men nú fáa vit at síggja. Viljanum og sjálvsálitinum bilar í hvussu so er einki, staðfestir John Petersen.