Eins og stjórin á Føroya Bjór undrast eisini nevndarformaðurin í hinum føroyska bryggjarínum, Okkara, Óli Hansen, á, at lagt verður oman á veikastu sløgini innan rúsdrekka.
- Tað gongur jú beint ímóti rúsdrekkapolitikkinum, sum miðar ímóti at tálma nýtsluni, sigur Óli Hansen.
Hann sigur, at príshækkingin sjálvandi kann koma at ávirka søluna hjá Okkara.
- Vit kappast í nógv størri mun móti útlendka ølinum, tí vit tappa í dunkar, og tí má roknast við, at príshækkingin í størri mun fer at raka okkum, sigur Óli Hansen.
Hinvegin hevur hann stórt álit á, at Okkara fer at standa seg í kappingini.
- Eg meti, at vit framleiða eina so høga góðsku, at tað fer at síggjast aftur í kappingini móti danska ølinum, sigur nevndarformaðurin.
Okkara hevur ikki – eins og Føroyar Bjór – egnar goymslur, og tí er Rúsan næstan einasti kundi hjá bryggjarínum, burtursæð frá matstovum og skeinkingarstøðum.
- Eg haldi tað vera harmiligt, at kundarnir ikki kunnu merkja á prísinum eisini, at tað er føroysk framleiðsla teir keypa. Tað gera teir til dømis, tá teir keypa mjólk, sigur Óli Hansen.
Luksusdrankarar
Hann er bangin fyri, at við at leggja oman á prísin á veikaru sløgunum er vandi fyri, at vit enda afturi í tíðini, tá fólk keyptu tað, sum gav mest prosent fyri pengarnar.
- Fyrr var tað jú soleiðis, at tú bílegði finspritt og elefantøl, og við at leggja oman á ølprísin, verður skumpað aftur á tað borðið, sigur Óli Hansen.
Hann heldur eisini, at við at lata luksushandil upp í SMS, verður róð upp undir at býta føroyingar upp í tvinnar bólkar: luksusdrekkarar og pappvínsdrekarar.
- Eg haldi ikki tað er neyðugt at lata ein luksushandil upp í SMS, tí vit hava longu sum er luksusprísir á rúsdrekka, sigur Óli Hansen.
Eins og flestu onnur skilir hann ikki tvíeggjaða svørið, sum Rúsdrekkasøla Landsins arbeiðir eftir.
- Samstundis, sum sølan skal virka tálmandi, skal hon eisini vísa eitt risa avlop, og tað er undarligt, at eingin hevur hug at gera nakað við tað, heldur Óli Hansen, nevndarformaður í Okkara.