Gongur eftir ætlan í Fuglafirði

Tað sigur Heildarverk, sum byggir nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði.

 

 

Á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu í dag letur Heildarverk, sum byggir nýggja ítróttarhúsið í Fuglafirði, heilsa, at arbeiðið gongur eftir ætlan.

Í Fuglafirði er lagið eisini gott, nú ÍF í seinasta landskappingardysti í bestu deildini tryggjaði sær ein 2-0 sigur á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, hevur verið ein túr á byggiplássinum og hevur tikið viðheftu mynd av byggingini.

- Okkara partur av byggitíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast. Men, vit trúgva upp á, at tað fer at bera til.

Tað segði Torfinn Nón, ið saman við Jan Mohr eigur og rekur byggifyritøkuna, Heildarverk, sum byggir nýggja ítróttarhúsið í Fuglafirði.

Hetta segði hann í samrøðu við In.fo fyri stuttum, tá vit vitjaðu í Fuglafirði.

Heildarverk og Fuglafjarðar kommuna hava avtalu um, at Heildarverk skal byggja og inniloka ítróttarhúsið og gera niðastu hædd lidna eftir einum ári.

Ítróttarhúsið verður annars bygt í trimum hæddum, men fyribils er avtalan, at húsið skal byggjast, innilokast, og síðan skal niðasta hæddin gerast klár.

Málið hjá Heildarverk er, at bygningurin skal standa innilokaður, áðrenn veturin kemur aftur. Húsið verður 33 metrar langt og 11 metrar breitt.

Tær báðar niðastu hæddirnar verða fullar, og síðan verður triðja og ovasta hæddin nakað minni við tað, at ítróttarhúsið verður bygt við skrátaki.