Í samgonguskjalinum frá 1998 undirskrivaðu tríggir statistar hjá Høgna Hoydal, Sjúrða Skaale og øðrum undirhaldarum, Annfinn Kallsberg, Helena Dam á Neystabø og Heini O. Heinesen m.a, at “Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta grundlógarnevnd, ið skal gera uppskot til føroyska grundlóg. Tá grundlógin er samtykt á løgtingi, fer hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000”.
Nógvir føroyingar spældu við uttan at mukka, eisini Jóan Pauli Joensen, ið átók sær at verða formaður í grundlógarnevndini. Fyri mánaðarliga samsýning átók hann sær, at fremja arbeiðssetningin til ásettu tíðina. Tá hann nú á heysti 2007, nývaknaður og rættuliga fortørnaður leggur eftir mær í samband við arbeiði við Stjórnarskipan Føroya, má eg tala at.
Hann átók sær eina lønta uppgávu sum skuldi verða liðug í 2000 og sum kanska bara var hálvliðug, tá hann handaði løgmanni hana á jólum í 2006, aftaná at hann við mánaðarligari samsýning í átta ár hevur havt evstu ábyrgd av arbeiðinum. Umframt sína egnu løn hevur hann havt fulltíðarløntir skrivarar og serfrøðingar knýttir at sær øll hesi árini.
Løgmaður fekk álitið, ið skuldi verið liðugt í 2000, tveitt í føvningin undan jólum í fjør, og royndi síðan sum fragast at sleppa undan hesum jólatrøllinum. Í vár fekk hann góðkenning frá øllum flokkum á tingi til at leggja uppskot fyri løgtingið um at seta eina nevnd at arbeiða víðari við stjórnskipanaruppskotinum. Stjórnarskipanarnevndin, ið varð mannað við tingmonnum úr øllum flokkum varð vald 7. mai 2007. Í dimmu sigur Jóan Pauli at “Synd er at siga, at nógv er hent í hesi nevnd, sum bert hevur havt ein einasta fund, nevniliga tá nevndin varð skipað 29. mai 2007. Tvey uppskot vóru til formann Finnur Helmsdal og Kristian Magnussen. Kristian Magnussen varð valdur til formann.
Eftir skipanarfundin hevur eingin fundur verið í nevndini, so tað ber ikki til at siga, at formaðurin Kristian Magnussen hevur verið nøkur beinleiðis eldsál. Tað er púrt einki hent.”
Tað átti ikki verið neyðugt hjá mær at mint gamla formannin í grundlógar- og síðan stjórnarskipanarnevndini á, hvussu okkara tingsskipan virkar, men tað er óivað neyðugt í hesum førinum. Av tí, at nevndin varð sett sum ein løgtingsnevnd sbr. tingskipanini § 25, fullu hennara heimildir burtur á ólavsøku í ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at á ólavsøku vóru hvørki nevnd ella mál til longur. Eg, saman við øðrum løgtingslimum, fekk sum uppgávu at loysa allar teir óloystu spurningarnar sum Jóan Pauli í 8 ár hevði fingið løn fyri at loysa, nú nakrir dagar áðrenn løgtingslimir fóru í summarfrí – eg meini tað.
Sjálvandi ber til at reisa málið av nýggjum í hesi tingsetuni. Men hví eg av øllum skal taka stig til at leggja nýtt uppskot fyri tingið um skipan av løgtingsnevnd, skilji eg ikki rættiliga. Javnaðarflokkurin var ímóti at seta hetta grundlógararbeiði í gongd í sínari tíð. Skal Jóan Pauli harta nakran eigur hann fyrst og fremst at harta loysingarfólkini í tinginum fyri ikki at hava tikið stig til at taka arbeiði uppaftur?