-Okkum manglar bara neyðuga kapitalin og eitt flogfar. Alt ber til, um vit fáa ein vegvísara, segði Oddmar á Høgabóli, fyrrverandi flogskipari á Faroejet, millum annað við Sosialin beint fyri jól í fjør. Tá høvdu fyrrverandi starvsfólk á Faroejet júst tikið eina avgerð um at stovna eitt nýtt flogfelag. Stór avbjóðing stóð fyri framman og bjartskygni merkti starvsfólkini.
Ì dag eru tey eisini bjartskygd, og tey hava enn eina stóra avbjóðing fyri framman, men upprunliga ætlanin, tey høvdu fyri flogfelagið, er farin í vaskið.
- Uttan at koma alt ov nær inn á, hvør ætlanin var, so kann eg bara siga, at tað vórðu ymsar forðingar, ið gjørdu, at tann ætlanin ikki kom víðari. Nú hava vit eina nýggja ætlan, men hon er eisini so óítøkilig, at eg vil helst ikki siga nakað um hana beint nú, sigur Oddmar á Høgabóli.
Møguligur flogsáttmáli á veg
Tað hendur okkurt av og á í væntandi nýggja flogfelagnum. Onkutíð eru heldur kvirrar tíðir, men møguliga nýggja flogfelagið er millum annað í samráðingum um ein rættiliga áhugaverdan flogsáttmála við eitt felag uttanlands.
-Hvat felagið er, vil eg helst ikki siga, men tað ljóðar spennandi, sigur Oddmar.
Tey sum onki hava, skulu onki fáa, og tey sum hava nógv, skulu fáa alt. Soleiðis verður mangan tikið til, og soleiðis er tað ofta hjá einum nýggjum felag. Trupulleikar eru í møgulia nýggja flogfelagnum, júst tí at tey byrja á so berum.
-Tá ein manglar kapital, er tað jú trupult at fáa flogsáttmálar og flogfør, men manglar ein flogsáttmálar og flogfør, so er jú trupult at fáa kapital. So tað er avgjørt ein stór avbjóðing, vit eru farin í holtur við, sigur Oddmar.
Hanga enn í
Hóast alt tykist heldur trupult í løtuni, so vilja fyrrverandi starvsfólkini á Faroejet gjarna vísa á, at tey hanga enn í.
-Vit eru enn til, og vit stríðast enn fyri nýggja felagnum. Tað tekur langa tíð, men vit arbeiða jú fyri, at eitt nýtt føroyskt flogfelag kemur út úr hinum endanum, sigur Oddmar.
Hann gongur í løtuni uttan arbeiði, og hann ætlar sær ikki í løtuni at søkja um nýtt starv sum flogskipara í einum øðrum felag.
-Nei, tað ætli eg mær avgjørt ikki, tí eg trúgvi uppá, at vit fara at megna at stovna eitt nýtt felag, sigur Oddmar at enda.