Gongur striltið hjá vágamonnum

Fótbóltur: Hóast FS Vágar var á odda bæði 2-0 og 3-2, so eydnaðist tað heldur ikki hesaferð at fáa trý stig til høldar

Unga manningin hjá vágamonnum hevur higartil í ár havt torført við at ogna sær stig. Leygardagin var B36 á vitjan vesturi í Vágum, og vágamenn kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at teir ikki ognaðu sær øll trý stigini.

FS Vágar legði harðligani til brots. Fyrsta hálva tíman var bólturin fyri ein stóran part á B36-hálvuni, men tað var ikki fyrr enn fyri hálvleikur var hálvrunnin, at hol kom á. Rodmund Rasmussen gjørdist einsamallur við málverjanum hjá B36, og Rodmund lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan og í mál til 1-0. Stutt eftir hetta var tað Eyðfinn Fjallsbak sum gjørdist einsamallur við B36-málverjanum, og eins og Rodmund lyfti hann bóltin upp um málverjan, og so var 2-0 til heimaliðið.

B36-liðið vaknaði nú, og so við og við fingu teir yvirvág í leiki. Tórálvur Poulsen rann frá verjuni hjá FS Vágum og minkaði um munin til 1-2.

Stutt fyri hálvleik var B36 í álopi, og hesaferð var tað Finn Mørk, sum slapp inn um FS-Vágar verjuna, og hann javnaði til 2-2.

Seinni hálvleikur var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál. Vágamenninir høvdu bóltin so at siga alla tíðina, men tað gekk ógvuliga striltið við at fáa mál. Tó fingu teir eitt mál stutt inn í seinna hálvleik, og tað var enn einaferð Rodmund Rasmussen, sum var upp á spæl. Ein høgur bóltur datt niður fyri føturnar á Rodmundi inni í brotsteiginum, og hann var skjótur at seta bóltin í málið, og so vóru vágamenninir aftur á odda.

B36 hevði eitt álop í seinna hálvleiki, men tað var eisini nóg mikið til, at teir fingu javnleik. Um miðjan seinna hálvleik verður ein langur bóltur spældur inn um verjuna hjá vágamonnum, og har var Jørgen Meitilberg fyrstur, og hann sendi bóltin framvið málverjanum hjá vágamonnum til endaliga úrslitið 3-3.

Dysturin vesturi í Vágum var væl leiktur av tveimum rættiliga ungum manningum, og málmøguleikar trutu ikki í dystinum. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, at málverjarnir báðir fingu roynt seg.