G! Festivalurin
Rógvi Borðoy
Eyguni eru troytt, summi hava posar undir eygunum og onnur hava fingið eitt ov stutt fjús. Tað er strongd á G! Festivalskrivstovuni í hesum døgum, tí fólk hava arbeitt so gott sum 24 tímar um samdøgrið.
Men tað gongur væl, siga fyrireikararnir. Jón Tyril, formaður í Grót, er við gott mót.
-Vit skula selja í minsta lagi 1200 atgongumerki. Vit hava selt fá higartil, sigur hann og heldur fram, at hann er eitt sindur nervøsur. Hann sigur harafturímóti, at hann trýr at tað fer at ganga at sleppa av við nóg nógv atgongumerki.
Sólarn Solmunde, næstformaður í Grót sigur eisini, at hann er við gott mót.
-Tað gongur væl, og vit verða klár til tíðina. Tað er eitt sindur strongjandi, men vit eru ikki aftur út sambært tíðarætlanini.
Svøvnloysi
Hann sigur, at tað gott kundu verið meiri fólk til staðar, tí so hevði tað lætt munandi um hjá teimum, sum eru í gongd. Men hann sigur, at tey nokk skulu fara at klára tað arbeiðið, ið skal gerast.
-Alla hesa vikuna hevur tað verið 24 tímar um samdøgrið. Vit hava fingið millum tveir og fýra tímar av svøvni um náttina. Á skrivstovuni er í hvussu so er altíð onkur, sigur Sólarn Solmunde.
-Eg mangli svøvn, men eg eri ikki tann einasti. Eg kann sova aftaná, sigur Sólarn Solmunde.
Fyri teir báðar Jón Tyril og Sólarn Solmunde hevur tað verið strævið sera leingi. Teir byrjaðu longu í oktober í fjør at bóka orkestur og líknandi. Tað fór vanliga fram aftaná arbeiðstíð, og helt fram til midnátt, sigur Sólarn.
-Eg havi brúkt nógva tíð uppá tiltakið. Tað er ólønt og strævið, men eg eri ikki móður av tí, sigur Sólarn Solmunde.
Hann sigur, at stigtakararnir ikki vistu, hvat kravdist av teimum, tá teir byrjaðu fyrireikingarnar. Hann sigur, at tað má og skal vera professionelt, og tónleikararnir og gestirnir skulu hava eina góða uppliving fyrstu ferð, tí um tað miseydnast, koma bólkarnir aldrin aftur.
Góður hýrur hóast alt
-Summi eru bara forvitin, tá tey koma inn, og onnur vilja geva okkum teirra vælsignilsi, og tað haldi eg er sera positivt, sigur Sólarn Solmunde.
-Og hýrurin á skrivstovuni er góður. Men her er alt ov nógv fólk, sigur hann at enda.
Sera gott veður
Á Sandinum í Gøtu er veðrið langt um leingi blivið frálíkt. Tað hevur ligið ein gátukendur mjørki í Gøtu allan dagin og innilokað palløkið. Tá klokkan bleiv umleið 16.00 lætti mjørkin sær á, og sólin vermdi so mikið væl, at fólk leitaðu sær oman á sandin at svimja. Og Sólarn Solmunde sigur, at veðrið er altavgerandi fyri G! Festivalin.