Línuskipini hava higartil fiska næstan fiska helvtina av toskakvotuni á Flemish Kap.
Higartil hava tey seks línuskipini Eivind, Kambur, Klakkur, Stapin, Váðasteinur og Ågot fiska góð 1305 tons av toski á Flemish Kap. Felagskvotan á toski í økinum er 3114 tons. Tískil eru góð 1800 tons eftir av kvotuni.
Tað visa hagtølini sambært Fiskiveiðueftirlitinum. Tey skulu takast við tí fyrivarni, at hetta eru fráboðaninar, ið higartil eru komnar inn.
Av teimum seks skipunum er tað bert Váðasteinur, ið ikki hevur frystiorku.
Tað hevur gingið væl á Flemish Kap í ár. Fyri eini viku síðan segði skipain á Ågot, Hjaltur Poulsen, við KVF, at skipini hava ikki sett meir enn helvtina av línuni, sum vanliga verður brúkt.