HVALBA
At hvalbingar roynast sum fiskimenn, hevur leingi verið kent. Men hvalbingar duga meiri enn at reka skip. Teir duga eisini at reka fiskaframleiðslu. Bygdin er kend sum trolarabygd, og í nógv ár hevur eisini eydnast hvalbingum – undir ymiskum eigarum – at reka fiskavirkið í bygdini.
Keypa aðrastaðni
Hesa vikuna hevur eingin landing verið í Hvalba, men TG Seafood hevur keypt fisk frá skipum, sum hava landað aðrastaðni. Virkið hevur soleiðis í dag keypt fisk frá Beinissvørði, sum partrolar saman við Ednu. Skipini hava landað í Vági, og fiskurin er komin norður til Hvalbiar í bili.
Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at tey hava keypt umleið 70.000 pund av upsa frá Beinissvørði.
- Í endanum av seinastu viku keyptu vit eisini fiskin hjá Steintóri og Niels Paula – og hjá Hamranesi og Breiðanesi, og hesin fiskurin vardi nakað út í hesa vikuna.
Stjórin minnist ikki rættiliga, hvussu nógv Steintór og Niels Pauli høvdu inni, men veiðan hjá Hamranesi og Breiðanesi var umleið 170.000 pund tilsamans.
- Seinasta mánaðin hevur fiskiskapurin eftir upsa verið vánaligur, sigur hann.
Mars var góður
Ólavur Bjarkhamar sigur, at mars mánaði royndist rættiliga góður hjá skipum, manningum, virki og arbeiðsfólki.
- Hendan mánaðin fingu skipini rættiliga nógvan upsa, og vit keyptu nógvan fisk í Hvalba.
Stjórin sigur, at allan mars mánaða arbeiddi tey í tvey skiftivakt á virkinum, har fyrra vaktin arbeiddi frá klokkan 8-16 – og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt.
- Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið slakur í seinastuni, hevur tó verið hampiliga støðugt við fiskaarbeiði, og hóast eingin beinleiðis landing hevur verið hesa vikuna, hevur kortini verið samanhangur í fiskaarbeiðnum, sigur Ólavur Bjarkhamar.
Í løtuni eru umleið 70 fólk til arbeiðis hjá TG Seafood í Hvalba.
Higartil í ár hevur virkið keypt umleið 2000 tons av ráfiski, og tað er umleið tað sama sum somu tíð í fjør.
Ymiskar upsavørur
Stjórin á TG Seafood sigur, at framleiðslan á virkinum er fryst flak, frystar portiónir, fesk fløk og feskar portiónir.
- Vit arbeiða bara upsa og hava lagt okkum eftir at fáa sum best burtur úr, sigur hann.