Í Klaksvík halda tey miðsummarhald fríggjadagin. Ætlandi verður eisini talan um gongutúr Sum veðurvánirnar eru, so sær út til at verða betri veður fríggjadagin enn leygardagin, og tí hevur Norðoya Fornminnifelag, sum skipar fyri tiltakinum, valt at hava haldið hendan dagin.
Sum vanligt tendra skótarnir bál klokkan 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær, til kvøldið kemur.
Klokkan 19 verður miðsummarrøðan, og í ár verður tað Jógvan E. Ósá, ið fer at halda røðuna. Sungið verður eisini úr Songbók Føroya Fólks.
Er áhugi millum fólk og veðrið verður til vildar, verður farið ein gongutúr út í náttúruna. Hvar leiðin gongur, verður avgjørt eftir veðrinum.