Google tjenar yvir 100 milliónir í lýsingum

Hóast methøga inntøku av sølu av lýsingum upp á yvir 100 milliónir dollarar, var úrslitið hjá Google ikki nøktandi fyri eigaran, Alphabet, tá tað varð lagt fram hósdagin.

 

Serliga eru tað lýsingar á leitimaskinuni Google, sum alsamt geva inntøkur – umleið 162 milliardir krónur í fjórða ársfjórðingi í 2017 – men tað var ikki nóg mikið hjá teimum, sum meta um slíkt.

 

Tað skrivar vinnumiðilin CNBC.

 

Okkurt bendir á, at innanhýsis í Alphabet er eisini eitt ynski um frægari úrslit. Í øllum førum fær Alphabet nýggan nevndarformann, John Hennessy.

 

Roknskapurin vísir, at lýsingarnar á Google fáa alsamt fleiri klikk, men at kundarnir gjalda minni fyri lýsingarnar.

 

Samstundis merkja tey hjá Google, at tað støðugt hækkandi prísir frá millum annað Apple at fáa leitingar hjá Apple-maskinum at fara ígjøgnum Google.

 

Órógvandi gongdin hjá Alphabet verður enn størri í ársfjórðingsroinskapinum av eini serligari skattarokning vegna amerikanska skattanýskipan.

 

Sjálvt um Alphabet framyvir fær gagn av nýskipanini, skal felagið í fyrstu syftu gjalda umleið 18 milliardir krónur, skrivar AFP tíðindastovan.

 

/ritzau/