Googlestjórin styðjar Obama

Eric Schmidt, sum er forstjóri í fyritøkuni Google, fer í vikuni at kunngera, at hann vil hava Barrack Obama til amerikanskan forseta. Tað skrivar blaðið Wall Street Journal. Eric Schmidt sigur við blaðið, at avgerðin hevur einki við Google at gera, og at fyritøkan framvegis er óheft undir valstríðnum.

Wall Street Journal skrivar, at væntandi fer Eric Schmidt at kunngera sín stuðul til Obama, samstundis sum aðrir amerikanskir vinnulívsleiðarar fara at gera tað sama. Blaðið nevnir tó einki um, hvørjar aðrar vinnulívsleiðarar talan er um.

Google-stjórnin hevur annars boðað frá, at hann verður hjástaddur, tá Barrack Obama fer at halda røðu á veljarafundi í Florida í kvøld.