Vitjanin hjá Al Gore í Føroyum vardi 16 og ein hálvan tíma. Hann lendi í gjárkvøldið klokkan 23.15, og 16.45 sat hann aftur í flogfarinum; hesaferð á veg móti Reykjavík Úr Reykjavík, har Al Gore eisini skal halda fyrilestur, gongur leiðin víðari til amerikanska meginlandið.
Um framløguna í Norðulandahúsinum er stutt at siga, at hon var sera áhugaverd, men fyri tey sum høvdu sæð filmin, var lítil og ongin munur á innihaldinum. Upplýsingarnir og myndirnar var næstan tað sama, sum í filminum. Ein filmur, sum Al Gore í fjør bæði vann Nobelfriðarheiðusløn og tveir Oscars fyri.