Lerwick: Tá vit eftir dystin fingu orðið á føroyska liðskiparan, Rúna Weihe, tóktist hann vera sera fegin um, at føroyska liðið nú veruliga hevði staðið eina styrkisroynd.
- Tað kanst tú ætla. Spælið higartil hevur verið sera svingandi, og ikki minst hava spælt móti tveimum sera veikum liðum. Tá fært tú ikki víst, hvat tú stendur fyri, men tað megna vit væl í dag.
Tað tykist eisini, sum fara tit ongantíð heilt niður í dystinum, hóast tað sjálvandi gongur upp og niður. Er tað ikki eitt tekin um eitt høgt botnstøði.
- Jú. Sjálvt tað settið, sum vit taptu, taptu vit tepurt, meðan vit hinvegin vunnu sannførandi í øðrum og fjórða settið. So samanlagt haldi eg, at vit eru øgiliga væl nøgdir.
Tá tú vinnur eitt sett sum hatta triðja, har tit yvirliva seks settbóltar. Gevur tað so ikki eina ótrúliga sálarliga styrki til næsta settið.
- Jú, motivatiónin er í øllum førum til staðar tá. Og tú trýrt uppá, at tað letur seg gera. Og tað prógvaðu vit eisini.
Eina løtu í dystinum tóktist vandi vera fyri, at Rúni enn einaferð mátti geva skarvin yvir móti ryggskaðanum, sum so ofta hevur plágað. Hann noyddist út á beinkin at sita, men sjálvur helt Rúni ikki, at talan var um álvarsligan skaða.
- Eg spældi ikki við hasum ryggbeltinum, sum eg eigi at nýta. Eg merkti einki undir upphitingini, og so roknaði eg við, at tað fór at ganga. Men tað gjørdi tað so ikki.
Og var so alt í lagi, tá beltið var komið á.
- Ja, stórt sæð. Eg skuldi líka brúka einar fimm bóltar, men so merkti eg einki. Og eg kláraði í øllum førum at smasha nakrar ferðir!