Gott at skora eftir langan skaðasteðg

(Ljóðsamrøða) Símun Samuelsen markeraði sína endurbyrjan eftir drúgvan skaðasteðg við einum máli

28 ára gamli framrættaði miðvallarin hjá HB, Símun Samuelsen var loksins at síggja á vøllinum aftur, aftaná ein drúgvan skaðasteðg uppá næstan níggju mánaðir.

 

Símun Samuelsen fekk teir seinastu 27 minuttirnar á vøllinum í 4-1 heimasigrinum ímóti NSÍ á ovara vølli í Gundadali í dag. Hetta markeraði Símun Samuelsen við at skora til støðuna 3-1. Pál Mohr Joensen spældi hann snilt leysan inn um, og Símun var púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin upp um Andras Gango og í málið.

 

Símun stórfegnast um at verða á vøllinum aftur, og hann hevur góðar vónir um at kunna fullføra kappingarárið. Tað lá ikki í kortunum, at hann skuldi skora í sínum fyrsta dysti, aftaná skaðasteðgin, men tað gjørdi tað ikki verri.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sìmun Samuelsen, aftaná dystin millum HB og NSÍ. Fremst í ljóðbrotinum hoyra vit frásøgnina hjá Tróndi á Rás2, tá hann segði frá málinum hjá Símuni Samuelsen.