Gott at vera aftur

Eftir tvey ára fráveru er Johan Byrial Hansen nú aftur partur av føroyska landsliðshópinum, og hetta er avgjørt nakað, sum hann fegnast um

Tað var í Slovenia fyri hálvum øðrum ári síðani, at Johan Byrial Hansen spældi sín higartil seinasta landsdyst fyri Føroyar. Avrikið ta ferðina var kanska ikki millum tey bestu, og eftir dystin varð spurningurin reistur, hvørt hetta kanska var seinasta ferðin, at útisetin hevði verið á føroyska liðnum.
Ta ferðina æt landsliðsvenjarin Allan Simonsen, og síðani hesin varð skiftur út við Henrik Larsen, hava boð ikki verið eftir Byrial. Kanska skiljandi, tá Jón Rói Jacobsen mest sum hevur bitið seg fastan í verjupartin, men kortini hevur hann tó hvørja ferð verið millum teir, sum hava verið nevndir, tá tosað hevur verið um møguligar avloysarar í verjuni. Tá nýggir verjuleikarar skuldu finnast til dystirnar móti Kasakhstan, var Byrial tó ikki á navnalistanum, og tí mundu tey flestu avskriva hann eftir hetta, men nú eru tó kortini boð eftir honum, og sjálvur sigur leikarin eisini, at hetta er nakað, sum hann gleðist um.
- Tað er rætt, at eg kanska var nóg so langt vekk, tá eg ikki fekk boð til dystirnar móti Kasakhstan. Eg skal ikki siga, at hevði avskrivað alt sjálvur, men eg roknaði í øllum førum møguleikan fyri rættiliga fjarðan. Men tað er ikki so nógv at gera við tað. Tað er venjarin, sum ger av, hvørjir sleppa við, og var eg ikki millum hesar, so mátti tað vera tað.
Spurdur, hvørt hann kortini hevur havt samband við Henrik Larsen hesi bæði seinnu árini, sigur Johan, at tað hevur hann ikki.
- Eg havi í øllum førum ikki hoyrt so nógv, men eg gangi út frá, at hann hevur tosa við venjaran hjá mær, Kent Nielsen, og kanska hevur hann eisini sæð onkran dystin, men eg havi so ikki hoyrt meira enn tað.,
Hvørt Johann so verður millum teir fyrstu ellivu leygardagin, er ein onnur søga. Sjálvur sigur hann seg so einki hava fingið at vita.
- Tað er venjarin, sum ger tað av. Hann velur teir ellivu, sum hann heldur verið bestar, og so má eg bara vísa undir venjing, at eg skal verða millum hesar. At eg so skuldi fáa ein lítlan snudd í gjár, var eitt sindur keðiligt í so máta, men fái eg møguleikan, so eri eg klárur, sigur Byrial at enda.

l