- Gott at vit eru 3

Tá farið verður í 1. flokk kenna mangir næmingar seg rættiliga einsamallar. Summir eru kanska hepnir og hava ein tvíbura við sær. Men fyri tríggjar næmingar í 1. flokki í nýggja skúlanum á Argjahamri er støðan øðrvísi: Tey eru tríburar og koma at fylgjast øll tey fyrstu árini í skúlanum. - Tað er deiligt at vit eru trý, sigur ein teirra, Dánjal Danielsen.

Klokkan 13 í gjár fóru 33 næmingar á fyrsta sinni í nýggja skúlan. Her er talan um ein sannan gentuflokk, tí ikki færri enn 20 teirra eru gentur.

Hetta er heldur øðrvísi enn kring landið annars, har talið av teimum sum fóru í 1. flokk hesaferð. Her er kynsbýtið rættiliga javnt - 349 gentur og 349 dreingir.

Millum hesar spentu næmingarnar á Argjum sum av sonnum høvdu sæð fram til henda dagin, vóru tey trý - Dánjal, Hanus og Ria Danielsen.

Frammanundan hesum fyrsta skúladegi teirra, høvdu tey fyrireikað seg so væl sum ein nú einaferð kann, tá ein fer undir hetta nýggja kapitlið í eins lívi.

Nú vóru tey so klár til hetta. Tey høvdu sjálvi valt sær sína egnu skúlatasku, sum líktist burtur frá teirri hjá systkjunum. Alt var pakkað og pyntað, og beint eftir døgurða varð leiðin løgd úr heiminum og niðan á Hamarin til 1. skúladag.

- Hetta verður spennandi, siga tey trý við ein munn.

Hóast tey vóru fyrireikað og klár til hesa stóru løtuna, gjørdist hon kanska í so stór fyri ein teirra. Hesin megnaði líkasum ikki at fara fram at heilsa uppá skúlastjóran, Marjuna Holm, tá tey øll vórðu presenterað hvør fyri øðrum.

Sum frálíður man hesin óttin fara at hvørva.


Gleði meg til fríkorter

Tað var ein øgilig rumlan í stóru høllini í skúlanum, tá skúlagongdin byrjaði hjá næmingunum.

Eitt og eitt vórðu børnini rópt fram, - genturnar fyrst, sum vanligt kurteisi leggur upp til. Summar høvdu skúlatasku á baki, meðan aðrar lótu tær liggja eftir á beinkinum.

Onkur hevði kanska væntað, at tey trý systkini - Ria, Dánjal og Hanus - fóru at verða rópt upp eitt eftir annað, men so var ikki. Ria var rópt upp saman við gentunum, og síðani teir báðir brøður hennara.

Dánjal hevði ikki so góðan hug at traðka fram soleiðis fyri almenningin og tíðindatænastuna, meðan Hanus, eins og systurin, runnu fram móti hinum floksfelagum sínum.

Frammanundan hesum stóra degi hava tey sjálvandi tosað saman um hesa stórhending. Tað er ikki frítt, at tríburarnir hvør í sínum lagi, og helst eisini saman, havt roynt seg í ymiskum av tí, sum skúlagongdin fer at krevja av teimum tey næstu mongu árini.

Ria var øgiliga spent eftir at sleppa at rokna og læra seg at lesa.

- Men eg gleði meg eisini at sleppa út í fríkorter, sló hon fast.

Dánjal hevði verið eitt sindur burturi í rokningini, meðan Hanus var kanska hann ið hugsaði meiri um hinar næmingarnar.

- Eg haldi, at tað gott kundu verið fleiri dreingir í flokkinum! 





1000 + 1000

Tá móttøkan byrjaði fyri teimum 20 gentunum og 13 dreingjunum í 1. flokki helt Marjun Holm, skúlastjóri eina lítla talu.

Her nevndi hon m.a. at í skúlanum verður stórur dentur lagdur á felagsskapin og á tað at læra. Gongst sum ætlað, fara hesi næmingarnir so líðandi at bróta kotuna fyri bæði lesing og rokning, og øðrum lærugreinum við.

Hóast tann eini tríburðin, Dánjal var heldur smæðin undir móttøkuni, so avdúkaði hann kortini góð evni at leggja tøl saman.

- Eg veit hvat 1000 + 1000 er. Tað er 2000, segði hann ikki sørt errin á málinum.

Tað er helst ikki tað ringasta at kunna leggja tey stóru tølini saman longu nú. Aðrar og helst størri avbjóðingar munnu standa teimum fyri framman, nú skúlagongdin av álvara byrjar í dag.

Men hetta er í øllum førum ein góð byrjan!





FAKTA: Skúlasøgan á Argjum

Fyrr gingu argjabørn heim til Havnar í skúla, men eftir seinna heimsbardaga, tá ið barnatalið øktist munandi, varð farið undir at byggja skúla í bygdini. Fyrst í oktober 1952 varð nýggi skúlin vígdur og tikin í brúk.

Tá vóru 51 børn millum 7 og 13 ár í skúlanum, og lærarin, ið var einsamallur ta fyrstu tíðina, var Olaf Sverri Petersen (1902-1980). So við og við vaks barnatalið í bygdini, og neyðugt gjørdist at byggja munandi út, og tað arbeiðið var liðugt í 1971. Í 1972 vóru 88 skúlabørn og 5 lærarar á Argjum.

Tað var tó so skjótt, at tørvur gjørdist á uppaftur størri skúla, tá ið tann fyrsta stóra útstykkingin, Støðlafløta (ella Müllerstrøð), læt upp fyri stórari tilflyting og húsabygging miðskeiðis í 1970-árunum, og hetta sást beinanvegin aftur á barnatalinum. Síðan var farið undir at fyrireika og byggja heilt nýggjan og tíðarhóskandi skúla niðan fyri tann gamla.

Nýggi skúlin varð alment tikin í brúk í 1978, og um sama mundið broyttist skúlin frá at vera vanligur bygdaskúli til skúla við framhaldsdeild, og flokkatalið vaks samsvarandi (8. fl. kom í 1980 og 10. fl. Í 1986).

Í 2003 varð farið undir fyrireiking til bygging av nýggjum skúla á Argjahamri, og sum nú er tikin í nýtslu. Kostnaður: 199 mió krónur.