Gott fótbóltslag í Noregi

Fótbóltshugaðir norðmenn eru í góðum hýri í hesum døgum. Tað eru teir, tí Noreg leygarkvøldið vann heili 4-1 á útivølli í Budapest móti Ungarn.
Norðmenn eru eisini í góðum hýri, tí teir halda, at teirra landslið í 1. hálvleiki spældi betri, enn teirra landslið nakrantíð áður hevur gjørt á útivølli.
Og norðmenn eru ikki minst í góðum hýri, tí best umtókti norski landsliðsspælarin nógvu tey seinastu árini, Ole Gunnar Solskjær, vísti, at hann er komin fyri seg aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Ole Gunnar Solskjær skoraði fyrsta málið. Noreg var á odda 3-0, og Ole Gunnar Solskjær økti til 4-0, áðrenn Ungarn pyntaði um úrslitið við brotssparki.