Vit gingu frá Miðalhúsinum oman til Hotel Hafnia. Vit vóru ikki so staðkendar á hotellinum, men við hjálp frá arbeiðsfólkinum funnu vit tær at enda í køkinum.
Tær vóru heldur bilsnar av at síggja okkum koma inn við myndatóli og einum blokki.
- Nei, tit fara ikki at taka bílæt av okkum!, var eitt tað fyrsta tær søgdu.
Men vit fingu tó loyvi at taka bíløt meðan tær gjørdu seg lidnan við matin. Síðani prátaðu vit eitt sindur við tær, og spurdu tær nakrar spurningar um hvussu tær dámdu at arbeiða á hotellinum og tílíkt.
- Eg visti ikki ordiliga hvat eg skuldi velja, siga tær báðar næstan við einum munni.
Teimum dámar væl á hotellinum, tí har eru nógv fitt starvsfólk, men tær halda arbeiðið vera heldur strævið.
Tá vit spurdu tær um hetta var teirra framtíðar yrki, vóru tær ikki heilt vísar í tí.
- Men tað er kanska verið ein møguleiki, tí tey sum arbeiða her fáa ókeypis kips og sodavatn, sigar tær við einum stórum brosi.
Vit takkaðu síðani fyri prátið og lótu tær fara aftur til arbeiðis.