Gott og væleydnað tiltak

Oddagrein:

Innsavningin til frama fyri Krabbameinsfelagið hevur eydnast stak væl, og tað kunnu vit øll vera fegin um.

Stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið var eisini sera væleydnað. Í samfullar fýra tímar varð sett fokus á krabbameinsjúkuna, sum hevur ella hevur havt so svárar avleiðingar fyri nærum hvørja familju í landinum.

Kringvarpið gjørdi eitt gott arbeiði og hevði fyrirreikað seg væl til tiltakið og vitjaði heim og familjur kring Føroya land, sum hava verið og eru rakt av herviligu sjúkuni. Hetta vóru kenslusamar løtur hjá bæði áhoyrarum og síggjarum. Hugvekjandi var at lýða á, meðan sjúklingar og avvarandi greiddu frá sínum sjúkusøgum og hvat verður gjørt fyri at basa sjúkuni. Mong tár fullu hesar tímarnar. Men samtíðis varð løtan eisini merkt av eini trongd og vilja til at hjálpa og stuðla og til at geva eitt íkast til minka um árinini av sjúkuni og í síðsta enda at koma sjúkuni til lívs. Tiltakið røkk harvið sínum endamálum – bæði at seta fokus á sjúkuna og at savna inn pening til m.a. at basa henni.

Fleiri av okkara bestu tónleikarum gjørdu sítt til at seta fokus á krabbamein og vóru harvið eisini ein týðandi drívmegi til, at so mong fólk, virki og fyritøkur kring landið lótu pening til Krabbameinsfelagið. Ikki minst setti okkara kæra og fræga Symfoniorkestur sín serstaka dám á. So tónleikurin kveikti ljós í øllum myrkurinum.

Tað komu góðar 5 mill. kr. inn til tiltakið, sum nú fara at vera brúktar til fyribyrging, til viðgerð og til gransking innan krabbameinssjúkur. Hetta er ómetaliga flott og eiga øll tøkk uppiborna, eingin nevndur eingin gloymdur.

Tað eru 30 ár síðani, at einstaklingar tóku stig til at stovna Krabbameinsfelagið. Felagið hevur verið rættiliga virkið øll hesi árini, og í dag hevur tað ómetaliga stóran týdning fyri bæði sjúklingar og teirra avvarandi men eisini fyri samfelagið Føroyar sum heild. Tað røkir í veruleikanum eina týðandi samfelagsliga uppgávu. Tað er tí hugaligt hjá fólkunum, sum starvast í felagnum, at tað nú eru skaptir enn betri og rúmari karmar, soleiðis at fólk við sjúkuni og teirra avvarandi framhaldandi kunnu fáa hjálp og stuðul.

Vit kunnu bert vóna, at innsavnaði peningurin fer at koma øllum samfelagnum og øllum føroyingum til góða so ella so. Við hesum ynskja vit Føroya Felag móti Krabbameini góða eydnu víðari næstu 30 árini, og vónandi kemur tann dagur, tá tað ikki er so nógv brúk fyri felagnum longur. At innsavnaði peningurin og annars onnur stig í samfelagnum kunnu gera sítt til at fyribyrja sjúkuni og lekja hana, har hon ger um seg.