397 milliónir krónur stóðu á niðastu linju tá Bakkafrost gjørdi 2011 upp.
Hetta er ein framgongd í mun til 2010 upp á 144 milliónir, og ein partur stavar frá, at fyritøkan hevur tikið meira fisk í 2011 enn í 2010.
Tað eru tó fleiri faktorar, ið ávirka úrslitið. Ein, sum dregur álvarsliga niður, er stóra lækkanin av laksaprísinum í fjórða ársfjórðingi. Hinvegin togar keypið av Havsbrún upp, tí tað lækkar kostprísin við millum einari og hávla aðrari krónu.
- Vit kontrollera nú framleiðsluni heilt frá fóðrinum til søluna. Vit kunnu tí standa inni fyri góðskuni allan vegin, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
2011 hevur eisini sett hol á broytingar í marknaðinum. Í 2010 seldi felagið 71% av framleiðsluni til ES, meðan tað talið í 2011 var komið niður á 60%. Aftur fyri er sølan økt til USA frá 15% upp í 23%.
Eisini í fjareystri og í Eystureuropa er sølan kvinkað upp eftir, ávikavist frá 7% til 9% og 7% til 8%.
Parturin av liðugt framleiðslu er lutfalsliga minkaður síðani 2009 og 2010, tá hann lá um 60%. Í fjórða ársfjórðingi í 2011 lá tann parturin undir 40%.
- Tað er liðugt framleiðslan, sum tryggjar søluna í stóran mun, og vit ynskja at økja tann partin, so hann kemur at liggja um 50% av framleiðsluni. Tað krevur so, at vit byggja út við at seta nýggjar linjur upp á verandi virkjum, sigur Regin Jacobsen.
Laksur til sushi
Laksaportiónir er grundarsteinurin í søluni. Hesar verða seldar til stóru handilsketurnar við langtíðar sáttmálum.
- 60% av søluni hjá hesum ketunum fer fram á tann hátt, at kundin keypir portiónirnar úr frystidiskinum til vanligan prís. Hini 40% verða seld gjøgnum serlig tilboð. Hesi tilboð eru roknað inn í prísin, so tá kundin keypir úr diskinum, so rindar hann í veruleikanum fyri tey tilboðini, sum verða givin, sigur Regin Jacobsen.
Meginparturin – góð 60% – verður tó í løtuni seld sum heilur laksur, og meðan portiónirnar fyri størsta partin verða seldar á ES-marknaðinum, so fer stórur partur av heila laksinum til USA og fjareystur, fyrst og fremst Japan.
- Føroyski laksurin er sera væl umtóktur til sushi í USA og Japan, staðfestir Regin Jacobsen.
Samtakið Bakkafrost tók í fjør umleið 34.500 tons av laksi úr norðurøkinum, vesturøkinum, Sundalagnum og í Suðri. Og ætlanin er, at takast skulu eitt stað millum 48.000 og 50.000 tons í ár.
Samstundis er ætlanin at seta út 11,8 milliónir smolt í ár.
Stór sveiggj
Stóru laksaalilondini eru Noreg og Chile, og tey øktu sína framleiðslu í 2011 við ávikavist 60.000 og 90.000 tonsum.
Noreg er nógv tann størsti framleiðarin av alilaksi, og í fjør fór framleiðslan upp um eina milliard tons. Næststørst er Chile, sum økti sína framleiðslu frá 129.600 tonsum í 2010 upp í 221.000 tons í fjør.
Bretland aldi í fjør 157.000 tons, og tað er umleið 15.000 tons minni enn í 2010, og Kanada minkaði sína framleiðslu úr 118.000 tonsum niður í 110.000 tons í fjør.
Føroyar øktu sína framleiðslu úr 42.100 tonsum upp í 56.500 tons.
- Prísurin á laksinum sveiggjar ógvuliga nógv, og tað er nakað, vit vita. Nógv økta útboðið frá seliga Chile og Noreg ávirkar tó ikki okkum í so stóran mun, tí økta útboðið fer serliga á japanska, kinesiska og russiska marknaðin, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at lági kostprísurin hjá Bakkafrost merkir, at felagið stendur seg væl í kappingini móti serliga Noreg og Chile.
- Tað er alt sum bendir á, at vit fara at vinna minni pening fyri kiloið av laksi í ár, men størri nøgdir fara at viga upp ímóti hesum, sigur Regin Jacobsen.
Stórur eftirspurningur
Útboðið í fjórða ársfjórðingi í 2011 vaks við 12 prosentum, og tað fekk prísin av lækka. Men kortini ræðist stjórin á Bakkafrost ikki gongdina.
- Metingar vísa, at útboðið í ár fer at vaksa millum 14% og 16%, og tað ávirkar prísin skeiva vegin. Men júst tað, at laksurin verður bíligari ger, at eftirspurningurin veksur, og hann veksur meira enn útboðið, sigur Regin Jacobsen.
Hann væntar tí, at árið í ár ikki fer at hildnast so illa kortini.
- Tað arbeiða í løtuni einin 200 fólk í liðugt framleiðsluni, og tað verður sum nevnt neyðugt at útbyggja hesa við nýggjum linjum, fyri at náa málinum at 50% av framleiðsluni skal verða liðugtvøra, sigur Regin Jacobsen.
Framløgan fyri íleggjarum var í Kaffihúsinum mánakvøldið, og har var millum annað upplýst, at føroyingar eiga 43% av Bakkafrost samtakinum, norðmenn eiga 40%, meðan ymsir eigarar eiga seinastu 17 prosentini.
Somuleiðis varð upplýst, at felagið hevur gjørt av at gjalda út vinningsbýti á eina krónur pr. partabræv, og tað svarar til 48,9 milliónir danskar krónur.
Eisini kom fram á íleggjarafundinum, at kursurin á partabrøvunum rættiliga neyvt fylgir laksaprísinum.