Gott í teg, Jóannes

Høgni Hoydal

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ber nú alment fram, at Føroyar eiga at vera leysar av donskum pengum í 2015.
Vit fegnast í Tjóðveldisflokkinum.
Av fleiri orsøkum.
Í fyrsta lagi tí, at endiliga kemur eitt politisk mál, sum vit kunnu halda fast um – heldur enn at embætisfólk fáa ábyrgdina av at seta mál, ið politikarar ikki verða bundnir av.
Í øðrum lagi, tí at hendan útsøgn løgmans kann bróta politisku stillstøðuna í føroyskum politikki og birta upp undir veruliga atgerð og heilt nýggjar samstarvsmøguleikar.
Í triðja lagi, tí at alneyðugt er at leggja á annan bógv í búskapar- og fíggjarpolitikki landsins, áðrenn vit skumpa okkum sjálvi heilt aftur í 80’ini. Við at gera okkum leys av donsku pengunum, seta vit okkum sjálvum krøv um ábyrgd, stabilitet og nærlagni, og fáa sett kikaran á framtøk til tess at økja um framleiðslu, útflutning, kapping og samstarv í altjóða samfelagnum.
Í fjórða lagi, tí at málið hjá Jóannesi ikki liggur langt frá tí, ið Tjóðveldisflokkurin hevur sett um at taka fullveldi í næsta valskeiði: Tað valskeiðið endar í 2012, og við 4 ára skiftistíð frá fullveldistøku er ikki fíggjarliga langt ímillum okkum.
Vit hava eisini heft okkum við, at løgmaður í seinastuni fleiri ferðir alment hevur borið fram, at vit ikki fáa gjørt tað, ið vit veruliga ynskja – bæði her heima og úti í heimi – tí at vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð.
Jú, sanniliga kann tað, sum skilti okkum í gjár, savna okkum í morgin.
Nú ræður bert um at seta gerð aftan fyri orðini. Tí her skal byrjast beinanveg, og nógvar broytingar krevjast til tess at náa málinum.
At strika skattalættan fyri næsta ár og at stovna Búskapargrunn Føroya, kundu verið tey bæði fyrstu ítøkiligu stigini í hesum sambandi – og bæði hesi uppskot eru fyri á tingi í komandi viku.
So gott í teg, Jóannes. Lat okkum finna semju um bæði málið og neyðugu uppskotini at fremja tað í verki.