Jón Guttesen
Valevni á Samgongulistanum
Kravboðini til okkum sum bjóða okkum fram til býráði eru klár. Vit tørva arbeiðspláss og eitt fjøltáttað og kraftmikið vinnulív. Vit tørva trivnað, eina-mest hjá ungdóminum, og vit tørva eitt virkið frítíðar og mentanarlív.
Komandi árini fær Tvøroyri ein kærkomnan skáa frá tí lemjandi lánsbyrðu, ið liggur á okkum í dag.
Mín boðskapur er tí greiður: Sjáldan hevur tað verðið meiri týðandi hvussu vit skipa okkum, og hvussu vit stjórna komandi árini.
Ungdómur
Eg vil ein bý har ungdómurin fær rúmd og kor, so hann trívist og mennist, knýtur bond og fær rótafesti. Eg vil ein bý, har vit fjálga um ungdómin. Tí skal ungdómsráðgevi setast, so ungdómurin verður hjálptir til at orða síni ynskir, og seta krøv. Tá verður ungdómurin hoyrdir og fær tær sømdir sum honum av røttum lutast. Eg vil ein bý, har ungdómurin livur og upplivur sína egnu mentan, í skipaðum og rúsfríðum viðurskiftum, uttan krøv og við egnum fortreytum. Hesum skal ungdómsráðgevingin tryggjað.
Vinnulív
Eg vil ein bý, har vinnulívi hevur bestu møgulleikar at menna seg. Tí skulu bý- og bygdaráðini finna semju um at arbeiði verða útbjóða í allari oynni. Eg vil ein bý, har vinnulívi trívist og støðist - og har korini hjá vinnulívinum verða fastløgd. Vinnan má fáa skipað viðurskiftið at virka eftir.
Menning gjøgnum samstarv
Eg vil ein bý í mennir seg gjøgnum samstarv. Samstarv er fyritreyt fyri sameining. Uttan álit og uttan royndir at byggja á, verða herðrópini um sameining ein forðing fyri øllum samstarvi. Tí skulu vit skipa samstarv ígjøgnum nevndararbeiði í bý- og býráðunum runt oynna. Vit skulu nærkast hvørjum øðrum, og koma saman um tað, sum vit einast um og virða tað sum vit eru ósamd um.
Fyrisiting
Eg vil ein bý og eitt býráð, har vit øll eru trygg í, at okkara viðurskifti verða rætt og rættvíst umsitin. Eg vil ein býráð, har førleiki hevur virði, har opinleiki og gjøgnumskygnið hava innihald. Har rættartrygd hevur týðning. Eg vil ein bý og eitt býráð eyðmerkt av nærlagnið, hegni og virðing fyri borgaranum.
Samgongulistin vil fremja hesi mál, og fleiri við.
Samgongulistin vil fíggjarstýra, raðfesta og skipa viðurskiftini hjá okkara eldri, okkara vinnu og borgaranum.
Mítt navn er Jón Guttesen. Og tí bjóði eg meg fram á Samgongulistanum.
Takk fyri og gott val.