Gott veður um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI sigur frá góðum veðri komandi dagarnar, turt, men nakað av vindi og kølið onkran dagin.

Fríggjadagin mennist eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum og ger veðrið støðugari, men sum sunnudagurin líður nærkast eitt nýtt brúgvalag við regn.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvgsul av vestri, sum sum frá líður snarar í ein útsynning. Sólglottar og okkurt æli, serliga fyrrapartin. Hitin um 10 stig. Leygarnáttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og turt og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvgsul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, men sum frá líður makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin enn meiri niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, og um náttina klárar í. Hitin niður í 5 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Um kvøldið og náttina øtlar hann upp í andøvsgul upp í ein strúk. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og sól og hitin um 10 stig.